Bøkur tú verður klókari av



Longu áðrenn tú hevur lisið eitt einasta orð í hesum báðum bókunum, ert tú greið yvir, at hetta er góðska, sum vil nakað. Hetta eru bøkur til tey bibliofilu, til sannir bókaelskarar. Góðskan kennist ítøkiliga heilt út í fingraspíssarnar av tí tjúkka dygdarpappírinum, tá tú blaðar, eins og hon sæst á gjøgnumførda, vakra prentinum, sum má sigast at liva  upp til innihaldsligu dygdina.Tað snýr seg um tvær bøkur við ritroyndum hjá Søren Ulrik Thomsen og myndum hjá Claus Carstensen, sum Steinprent gevur út. Onnur bókin hevur svarta permu við reyðum bókstavum,  hon eitur Lille Dæmonologi, hin er hvít við reyðum stavum og hevur heitið Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie, Søren Ulrik Thomsen er serliga kendur fyri sínar yrkingar, tað man ikki vera ov avgjørt at kalla hann eitt slag av donskum tjóðaryrkjara. Men hansara ritroyndir standa í grundini einki aftan fyri yrkingarnar í dygd, hetta eru tekstir, sum vaksa í høvdinum, meðan tú lesur, og sum víðka um sjónarringin og gera lesaran klókari.

"Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie" er ein umskriving av einari kendari orðing hjá Ludwig Wittgenstein, sum sambært Søren Ulrik Thomsen eyðkennir upplivingina av sannari list. Upprunaliga er hesin fyrsti teksturin ein røða, sum Søren Ulrik Thomsen helt í sambandi við eina upplating í Statens Museum for Kunst, og hon snýr seg í stóran mun um fatanina av list og poesi, men nertir eisini við munin millum meining og týdning. Lesarin merkir væl, at talan er um ein akademiskan, intellektuellan høvund. Søren Ulrik Thomsen las bókmentafrøði í nøkur ár, men gjørdist síðani yrkjari fulla tíð í staðin fyri at gera seg lidnan. Hann fekk sínar fyrstu yrkingar almannakunngjørdar í Hvedekorn í 1977 og gav sítt fyrsta savn, Cityslang út í 1981. Men um teksturin er vitborin og djúpur, er formidlingin leikandi løtt sum eitt spæl. Í sambandi við spurningin um listafatan, greiðir Søren Ulrik Thomsen frá, at hann ofta verður spurdur um hann ikki er bangin fyri, at hansara yrkingar skulu brotna, tá tær verða greinaðar. Tað er hann als ikki, sigur hann og heldur fast uppá, at listaverk, sum ikki tola at verða útsett fyri greining, eru vánalig. Tað ber nevniliga væl til at troyta eitt vánaligt verk gjøgnum greining og umseta tað til eina eintýðugan týdning og tá hetta er hent er eingin grund til nakrantíð at lesa hesa vánaligu yrking aftur ella hyggja at vánaliga (eintýðuga) málninginum aftur. Eitt gott listaverk blívur hinvegin við at hava okkurt aftrat, sum kanska ikki er so lætt at seta orð á og sum alla tíðina genererar nýggjar týdningar.

Tann svarta bókin, Lille Dæmonologi, er miðsavnað um óndskapin, sum essayisturin sigur seg trúgva uppá heilt ítøkiliga. Fyrsta ritroyndin snýr seg um Eksorsistin, tann kenda ræðufilmin sum William Friedkin leikstjórnaði í 1973, og sum høvundurin greinar og brúkar sum útgangsstøði fyri sínum undrunar- og áhugaverdu hugleiðingum um m.a. fatanina av triviallist og átrúnað. Í seinnu ritroyndini tvinnar ritroyndarhøvundurin nakrar afturminningar saman við onkrum, sum hann hevur lisið og tekur við hesum samanum lyndið hjá tí ónda. Óndskapur er menniskjaligur av lyndi, heldur hann, og tað óansæð um tað er tað slagið av óndskapi og upploysn, sum alkoholisma førir við sær, ella tá ein maður uttan nakra orsøk ella frágreiðing velur at sparka ein hund. Tilvitaður, djevulsettur óndskapur er eisini einasta frágreiðing, sum høvundurin fær til at passa við teir gerningar, ið vórðu framdir undir nazistaveldinum. Hendan frágreiðingin hjá mær ljóðar kanska tung og fýrakantað - tað er teksturin yvirhøvur ikki, hann er tvørturímóti málsliga nuanseraður og fjølbroyttur og sum heild ein sonn frægd at lesa. Við nøkrum ítøkiligum, eyðskildum dømum megnar Søren Ulrik Thomsen at leiða lesaran fram móti stórum, universalum ásannanum. Hansara stóra mentanarliga og bókmentaliga innlit og skynsemi er avrundað av einum serstøkum fjálgum, medmenniskjansligum tóna, humor og sjálvspei, sum ger lesiupplivingina til nakað heilt serligt, samstundis sum ritroyndirnar í grundini eru so mikið djúpleittar, at tær saktans kunnu lesast fleiri ferðir

Claus Carstensen og Søren Ulrik Thomsen eru nøkulunda javngamlir og byrjaðu báðir at gera um seg á danska mentanarpallinum um somu tíð tíðliga í fýrsunum. Heliografisku prentini hjá Claus Carstensen eru merkt av sama kompakta dámi sum ritroyndirnar hjá Søren Ulrik Thomsen, hetta eru myndir, tú kanst hyggja eftir aftur og aftur. Báðir listamenninir tykjast áhugaðir í trivialmentanarligari ikonografi og psykologiskum grundsøgum, eitt nú allýsir Søren Ulrik Thomsen temaið í flestum ræðufilmum at vera eitt slag av afturkomu hjá tí fortrongda, og Claus Carstensen tykist vera inni á júst hesum sama í sínum variatiónum av myndum, sum m.a. eru gjørdar við íblástri í myndamálinum hjá heavymetalbólkum. Við sínum serstaka áhuga fyri tí grumma og ræðuliga og fyri mótmentanum í samfelagnum, er áhugin fyri heavymetalmentanini sjálvsagdur. Tungmálmsrokkur snýr seg ofta um negativar kenslur av ótta og øði og úttrykkið er ofta dapurt og aggressivt í ein næstan barnsligan mun í sínum ágrýtni eftir at provokera og skelka áskoðaran. Myndirnar hjá Claus Carstensen eru nógv meira tilvitaðar enn tað og tær eru eisini meira enn bert illustratiónir av nøkrum ritroyndunum. Talan er um sjálvstøðug listaverk, sum snúgva seg um somu evni sum tekstirnir viðgera. Óhugnaligu, avskeplaðu myndevnini eru fløkt inn í ymisk mynstur og yvirmálingar, sum bæði sýnist hugtakandi rátt og ekspressivt og sum samstundis hevur okkurt greinandi, gløggskygt yvir sær. Nógvar av myndunum eru daprar og tykjast á sama hátt sum tekstirnir viðgera lyndið hjá óndskapinum, men fría sambandið millum tekst og mynd elvir til eina ørgrynnu av assosiatiónum, sum gera upplivingina av bókunum enn ríkari.

Bøkurnar báðar eru ikki stórar í vavi, men tær hava stóra innihaldsliga tyngd. At fáa tvær tílíkar bøkur út á einum føroyskum forlagi, má sigast at vera eitt ordans bragd. Tað var sum skilst Claus Carstensen, sum fekk hugskotið til bókina, sum eftir ætlan verður partur av eini røð av tílíkum listafólkabókum, sum Steinprent skal geva út. Tað er fyrst og fremst Steinprent, sum saman við listafólkunum stendur fyri bragdinum. Men sambært fólkunum á grafiska verkstaðnum, hevði einki verið gjørt uttan ta málføru hjálpina frá Føroyaprent, sum bæði hevur stuðlað verkætlanini og sum á sera sannførandi hátt hava staðið fyri tí krevjandi prentiarbeiðinum. Claus Carstensen og Søren Ulrik Thomsen: Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie og Lille dæmonologi. Steinprent. 900 krónur fyri settið (introprísur).

"...Det hvorom man ikke kan tale, om dét må man tie", sagde Wittgenstein. Men hvad stiller man op med dét, hvorom man hverken kan tale eller tie? Dét, man ikke kan tale om, fordi det ligger udenfor sprogets grænse, men heller ikke tie stille med, fordi det presser sig på? Man skaber kunst, for kunsten er ikke et sted, hvor tanker, som allerede er tænkt af filosoffer, semiotikere og teologer finder form, men derimod et sted for nye betydninger, som man først kan tænke over, når de er kommet til verden som kunst..."(Søren Ulrik Thomsen af: "Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie" s.10)

 "…Men hvorfor overhovedet deponere ondskaben i en fantasifuld middelalderfigur i stedet for at identificere den dér, hvorfra den tydeligvis udgår, nemlig fra mennesket? Fordi denne ondskabens uopløselige rest qua sin status som hinsides begribelse og relativering må betegnes som absolut, mens mennesket på trods af arveynden jo har frihed til at vælge imellem godt og ondt…" (Søren Ulrik Thomsen af: "Derfor tror jeg på djævelen" s.40-41)