Láturliga grátulig ella grátuliga láturlig kvinnulív á Tjóðpallinum

Har varð látur og ikki nógv tannagrísl at hoyra á Tjóðpallinum í gjár til frumsýningina av leikinum Orsaka! Ein komisk tragedia ella ein tragisk komedia hjá danska leikstjóranum og dramatikaranum Kamillu Wargo Brekling. Tað er Marita Dalsgaard, ið hevur leikstjórnað leikin, ið snýr seg um kvinnulív ella um lívið sum heild sæð úr einum kvinnuligum sjónarhorni, men talan er ikki um eina kronologiska samanhangandi søgu, meira um nakrar smásøgur, sum eru settar saman. Marita Dalsgaard hevur somuleiðis týtt leikin og tað hevur hon fyri tað mesta gjørt sera væl, so at tað lagar seg til eitt tosað nútíðarmál, men við onkrum løgnum, um ikki óvanligum "ferøismum" sum tá talað verður um at spjaða beinini, eg haldi, at vit á sama hátt sum tær í Danmark lata okkum lynda við spreiða beinini. Teir tríggir leikararnir, Beinta Clothier, Gunnvá Zachariassen og Jensina Olsen dansa, sita, ganga, hanga og liggja við imponerandi yvirskoti á stilladsinum, sum pallmyndin er myndað av og sum verður brúkt sera kreativt til at illudera venjingarrúm, baðikar, song, hús, buss, býarrúm osfr. Tær tríggjar, sum spæla, eru rættiliga ymiskir sjónleikarar, men samspælið fungerar væl í fragmenteraðu heildini. Mátin leikurin er settur upp minnir í støðum um sonevnda leikítrótt/teatursport, sum er grundað á improvisatión og har tú t.d. brúkar tey evni, sum sjónleikarin nú einaferð hevur og tí er tað kanska eisini, at vit í leikinum uppliva brá av imponerandi akrobatikki, moonwalk, keipum, klovnaríi og tónleiki. Spælihátturin tykist fjølbroyttur og skiftandi, av og á er talan um naturalistiskt drama, har vit fáa innlit í menniskjalagnur, eisini eru ekspressivar løtur við yvirdrivnum kenslutláti og aðrar tíðir tykist leikurin absurdur. Pallmynd og rekvisittir verða brúkt kreativt, eisini í mun til ljóðmyndir/stomp ella fysiskt teatur. Søgurnar, ið verða sagdar, eru fyri tað mesta gløggskygdar og viðkomandi og tú kennir okkurt aftur í lýsingini av maniska konubrotinum, sum elskar sítt arbeiði hægri enn sjálva seg, ella av hinari foxy damuni, sum eitt sindur ov desperat roynir at halda uppá hvussu lekkurt tað er at vera einsamøll, so mann kann fara á barr týskvøld ella umsorganarhungrandi húsmóðrini, sum ongantíð gerst sjúk og sum kundi hugsað sær at blivið bara eitt lítið sindur sjúk, altso ikki nakað álvarsamt. Rudding, arbeiði, likamlig venjing, børn og sexuellar fantasiir fylla nógv í kvinnulívum, skilst, men tað er kanska ein hóskandi mynd av samfelagnum sum heild í okkara tíð, sum í óhugnaligan lítlan mun fokuserar uppá tað andliga, vitborna. Tað sakni eg ofta og kanska serliga í lýsingum av kvinnulívum. Stórur partur av leikinum er stuttligur, men har er eitt meira álvarsligt spor, sum bæði er eksistentielt og intertekstuelt, sum tikið verður aftur í at enda, t.d. fremmandleikin, sum nútíðarmenniskjað hevur yvir fyri øðrum, men eg haldi ikki, at tað riggaði heilt at fáa samanhang í løgini til frumsýningina. Onkursvegna tóktist endin merkiliga uppáklistraður. Eisini vóru nakrar millumsenur við dansi og tónleiki heldur drúgvar. Men hesar fáu atfinningar skulu ikki forða mær í at geva undirhaldandi leikinum mítt besta viðmæli. Marita Dalsgaard hevur saman við leikarum og ljós- og pallmonnum, fingið nógv burturúr danska handritinum og sjónleikur skal nú einaferð sum kunnugt síggjast í núinum saman við øðrum menniskjum í leikhúsinum, har alt kann henda.