VIT EIGA IKKI EITT OYRA! VIT LATA IKKI EITT OYRA!

Havnar Sjónleikarfelag borðreiðir við einari reindyrkaðari farsu í heyst.

Heimskendi skemtileikurin hjá Dario Fo “Vit eiga ikki eitt oyra! Vit lata ikki eitt oyra!” varð upprunaliga skrivaður í 1974, men í 2006 endurnýggjaði og nútímansgjørdi Dario Fo leikin, og tað verður henda útgáva, ið verður at síggja í Sjónleikarhúsinum 11. Oktober.

Evnið í leikinum er einki broytt síðan sjeytiárini – tíverri, kunnu vit siga: stríðið hjá tí vanliga fólkinum at yvirliva og klára seg við teimum fáu oyrunum man hevur eftir, tá skatturin er farin við sínum og bankin og streymurin og oljan og alt hitt við sínum er enn líka aktuelt. Í leikinum gera konurnar uppreistur, tá prísirnir á matvørum enn einaferð fara upp: í staðin fyri at gjalda tað, tað kostar, so gjalda tær tað tað kostaði í gjár, ella í síðstu viku – og summar gjalda enntá slett einki. Hesar ólógligu matvørur mugu tó krógvast, fyrst fyri monnunum og síðan fyri politinum, og knappliga eru allar konur í grannalagnum uppá vegin samstundis – og allar í minst níggjunda mánað! Tað sum stendst burturúr, er hvørki meir ella minni enn ein reindyrkað farsa!

Dario Fo er ein tann gitnasti høvundurin av skemtileikum í nýggjari tíð, og leikir hansara verða spældir um allan heim. Hann fekk bókmentaheiðursløn Nobels í 1997.

Í Føroyum hevur hann verið á skránni fleiri ferðir seinastu hálvu øldina, og “Vit eiga ikki eitt oyra! Vit lata ikki eitt oyra!” var eisini sera væl umtóktur tá Gríma spældi hann í ’79, við Eyðun Johannessen og Adelborg Linklett í høvuðsleiklutunum. Hesuferð verða tað Hjálmar Dam, Ria Tórgarð, Sissal Hjaltalin, Rói Næss og Jákup Dahl ið spæla. Hans Tórgarð hevur týtt nýggju útgávuna og leikstjórnar, meðan Hjálmar Dam stendur fyri pallmyndini.

Sum altíð hjá Dario Fo, so verður farsan ikki minni stuttlig av teimum aktuellu, politisku viðmerkingunum – og hóast leikurin er skrivaður í Italia, so kundi tað gott verið her heima hjá okkum.

Frumsýning verður 11. Oktober, og spælt verður allan oktober mánað.

Hevur tú ikki sæð ORSAKA ! enn, so skunda tær!

 

Sjónleikurin “ORSAKA” Ein komisk tragedia ella ein tragisk komedia eftir Kamillu Wargo Brekling, ið Marita Dalsgaard hevur leikstjórna, hevur gingið fyri so gott sum fullum húsum á Meiarínum allan september. Nú verður síðsti møguleiki at síggja leikin hjá teimum, sum ikki hava sæð leikin enn.

 

Leikurin hevur verið sera væl umtóktur. Nú er Tjóðpallurin farin undir seinastu sýningar. Spælt verður fríggjadagin kl. 19.30, leygar- og sunnudagin kl. 18.00.

 

Leikurin nertur við allar kenslurnar hjá okkum. Sjálvt um láturin er nógvur so eru eisini løtur, ið eru meira álvarsamar, og ummælini bæði frá áskoðarunum og frá fjølmiðlunum hava verið sera góð.

 

Í “Mentanarkafé’ini” í Útvarpinum góvu Vár B. Jacobsen og Niels Uni Dam leikinum  síni bestu viðmælir, og góvu 4 stjørnur av 5 møguligum.

 

“Evnini, ið leikararnir so meistarliga framføra eru vaksin evni, hetta eru kenslur og støður, ið foreldur kenna, íð fráskild kenna, ið gift fólk kenna og sum vaksin fólk kenna. Okkurt frá heilt skeivum, yvirdrivnum og beinleiðis undarligum vinklum, ið gera tað uppaftur meira undirhaldandi.” Og "Hetta prikar teg, tí tú av og á kennur aftur tínar ringastu síður, tínar mest ólógligu tankar. Hetta er erligt og fer beint inn í hjarta. Hetta er so beinrakið, at man kann ikki lata vera við at flenna." Niels Uni Dam um leikin Orsaka! sum í løtuni gongur her á Tjóðpallinum.

lt skeivum, yvirdrivnum og beinleiðis undarligum vinklum, ið gera tað uppaftur meira undirhaldandi." Niels Uni Dam um Orsaka!

"Teir tríggir leikararnir, Beinta Clothier, Gunnvá Zachariassen og Jensina Olsen dansa, sita, ganga, hanga og liggja við imponerandi yvirskoti á stilladsinum, sum pallmyndin er myndað av og sum verður brúkt sera kreativt til at illudera venjingarrúm, baðikar, song, hús, buss, býarrúm osfr. Tær tríggjar, sum spæla, eru rættiliga ymiskir sjónleikarar, men samspælið fungerar væl í fragmenteraðu heildini. " Kinna Poulsen um Orsaka! sum í løtuni gongur her á Tjóðpallinum.

Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni, info@tjodpallur.fo og við dyrnar ein tíma undan sýning.

Láturliga grátulig ella grátuliga láturlig kvinnulív á Tjóðpallinum

Har varð látur og ikki nógv tannagrísl at hoyra á Tjóðpallinum í gjár til frumsýningina av leikinum Orsaka! Ein komisk tragedia ella ein tragisk komedia hjá danska leikstjóranum og dramatikaranum Kamillu Wargo Brekling. Tað er Marita Dalsgaard, ið hevur leikstjórnað leikin, ið snýr seg um kvinnulív ella um lívið sum heild sæð úr einum kvinnuligum sjónarhorni, men talan er ikki um eina kronologiska samanhangandi søgu, meira um nakrar smásøgur, sum eru settar saman. Marita Dalsgaard hevur somuleiðis týtt leikin og tað hevur hon fyri tað mesta gjørt sera væl, so at tað lagar seg til eitt tosað nútíðarmál, men við onkrum løgnum, um ikki óvanligum "ferøismum" sum tá talað verður um at spjaða beinini, eg haldi, at vit á sama hátt sum tær í Danmark lata okkum lynda við spreiða beinini. Teir tríggir leikararnir, Beinta Clothier, Gunnvá Zachariassen og Jensina Olsen dansa, sita, ganga, hanga og liggja við imponerandi yvirskoti á stilladsinum, sum pallmyndin er myndað av og sum verður brúkt sera kreativt til at illudera venjingarrúm, baðikar, song, hús, buss, býarrúm osfr. Tær tríggjar, sum spæla, eru rættiliga ymiskir sjónleikarar, men samspælið fungerar væl í fragmenteraðu heildini. Mátin leikurin er settur upp minnir í støðum um sonevnda leikítrótt/teatursport, sum er grundað á improvisatión og har tú t.d. brúkar tey evni, sum sjónleikarin nú einaferð hevur og tí er tað kanska eisini, at vit í leikinum uppliva brá av imponerandi akrobatikki, moonwalk, keipum, klovnaríi og tónleiki. Spælihátturin tykist fjølbroyttur og skiftandi, av og á er talan um naturalistiskt drama, har vit fáa innlit í menniskjalagnur, eisini eru ekspressivar løtur við yvirdrivnum kenslutláti og aðrar tíðir tykist leikurin absurdur. Pallmynd og rekvisittir verða brúkt kreativt, eisini í mun til ljóðmyndir/stomp ella fysiskt teatur. Søgurnar, ið verða sagdar, eru fyri tað mesta gløggskygdar og viðkomandi og tú kennir okkurt aftur í lýsingini av maniska konubrotinum, sum elskar sítt arbeiði hægri enn sjálva seg, ella av hinari foxy damuni, sum eitt sindur ov desperat roynir at halda uppá hvussu lekkurt tað er at vera einsamøll, so mann kann fara á barr týskvøld ella umsorganarhungrandi húsmóðrini, sum ongantíð gerst sjúk og sum kundi hugsað sær at blivið bara eitt lítið sindur sjúk, altso ikki nakað álvarsamt. Rudding, arbeiði, likamlig venjing, børn og sexuellar fantasiir fylla nógv í kvinnulívum, skilst, men tað er kanska ein hóskandi mynd av samfelagnum sum heild í okkara tíð, sum í óhugnaligan lítlan mun fokuserar uppá tað andliga, vitborna. Tað sakni eg ofta og kanska serliga í lýsingum av kvinnulívum. Stórur partur av leikinum er stuttligur, men har er eitt meira álvarsligt spor, sum bæði er eksistentielt og intertekstuelt, sum tikið verður aftur í at enda, t.d. fremmandleikin, sum nútíðarmenniskjað hevur yvir fyri øðrum, men eg haldi ikki, at tað riggaði heilt at fáa samanhang í løgini til frumsýningina. Onkursvegna tóktist endin merkiliga uppáklistraður. Eisini vóru nakrar millumsenur við dansi og tónleiki heldur drúgvar. Men hesar fáu atfinningar skulu ikki forða mær í at geva undirhaldandi leikinum mítt besta viðmæli. Marita Dalsgaard hevur saman við leikarum og ljós- og pallmonnum, fingið nógv burturúr danska handritinum og sjónleikur skal nú einaferð sum kunnugt síggjast í núinum saman við øðrum menniskjum í leikhúsinum, har alt kann henda. 


Orsaka! á Tjópallinum

3.september verður leikurin Orsaka framførdur á fyrsta sinni á Tjóðpalli Føroya. Leikurin verður nevndur Ein komisk tragedia ella ein tragisk komedia, har gerandisdagurin fær eina vælmeinta skortfleingju, tá ið tær tríggjar sjónleikakvinnurnar Gunnvá Zachariasen, Beinta Clothier og Jensina Olsen fara á pall í leikinum Orsaka! Við eini røð av smærri søgum, um stórt og smátt, ironisera tær um tragikomisku treytirnar, sum tilveran býður okkum nútíðar menniskjum. Gerandis-upplivingar við einum tragikomiskum perspektivi. Við einum eymum skálkabrosi setur leikurin “Orsaka” á Tjóðpallinum, spegilin frammanfyri okkara lívi, og søgurnar røra okkum, tí vit kenna okkum aftur. “Áh! At kunna bjarga øllum heiminum – bæði børnum og djórum” Saftigir dreymar um lekkur mannfólk. Avbjóðingin at fara á vesi, uttan at tað hvørki skal hoyrast ella luktast. Ynskið, um at kunna melda seg sjúka fyri at fáa ta umsorganina, sum onnur altíð skulu hava frá tær. Børnini skulu vera bæði hjá mammu og hjá babba, og ræðslan kann vera stór fyri at fáa vitjan, tá alt húsið flýtur, og eingin matartugga er í húsinum. Við øðrum orðum síggja vit í Orsaka! almenniskjaligar gerandissøgur, sum ikki tola dagsins ljós og sum tey fægstu ditta sær, at almannakunngera á Facebook. Tað er danska Kamilla Wargo Brekling, sum hevur skrivað leikin Orsaka!, sum er frá 2005. Hann er spældur á fleiri sjónleikarhúsum í Danmark og hevur yvirhøvur verið vælumtóktur. Marita Dalsgaard er leikstjóri á leikinum Orsaka!, og hon hevur eisini umsett leikin úr donskum. Pallmyndin og rekvisittir hava Marita Dalsgaard og Mikkjal Arge Galán staðið fyri. Turpin Nap. Djurhuus er ljóssniðgevi. Leikurin, sum varir umleið ein tíma og tjúgu min. verður frumsýndur 3. september kl. 19.30 á Tjóðpallinum. Spælt verður týs-, miku-, hós- og fríggjadagar kl. 19.30 og leygar- og sunnudag kl. 18.00. Atgongumerki á kr. 225,- fáast á Kunningarstovuni í Havn, info@tjodpallur.fo og við dyrnar 1 tíma undan sýning. 

Tey fýra Tornini


Í samband við Summartónar 2014 verða "Tey fýra tornini" framførd 15. og 16.august í Norðurlandahúsinum. Kostnaður 150 kr. Børn 4-12 ár ókeypis, men neyðugt er við bílegging.

Tey fýra tornini er ein dansiteaturkonsert, eftir yrkingini "Barnetegning" hjá Williami Heinesen.


SÝNINGAR:
Fríggjadag 15. August kl.19.30
Leygardag 16.August kl.19.30

HVAR:
Í Norðurlandahúsinum

KOSTNAÐUR:
Vaksin: 150,-
Børn undir tólv ár: 20,-

ATGONGUMERKI:
www.nlh.fo

SØGA
Í enduruppsetta tónleikaverkinum "Tey Fýra Tornini" eftir Kristiani Blak fylgir áskóðarin einum einstaklingi úr móðurlívi til grøv. Farið verður undir eina sansafulla ferð við tónleiki, modernaðum dansi og visuellum teatri. Maskur, pløgg og klædnaklemmur verða nýtt sum snild forteljaraamboð, og draga áskoðaran inn í ein heim, ið bæði er óhugnaligur og hugtakandi.

Tónleikakompositión: Kristian Blak
Leikstjórn, pall- og búnasniðgeving: Sámal Blak
Koreografi: Búi Rouch
Ljós: Árni Baldvinsson

Á PALLI:
Búi Rouch og Miké Thomsen, dansarir
YGGDRASIL:
Miké Thomsen (vokalir),
Anders Hagberg (floytir, saksofon)
Guðni Franzson (klarinett),
Kristian Blak (klaver)
Heðin Ziska Davidsen (gittar)
Mikael Blak (bass)
Brandur Jakobsen (trummur)