Opið hús á Glasi frá 16-20

47139219_328754764612016_1950932789050212352_n.jpg

Í dag, hósdagin 29.nov. hevur stórt felagstiltak verið á Glasi, tá skúlin savnaðist í atrium fyri at lurta eftir einum sera viðkomandi fyrilestri hjá Knud Simonsen um havstreymir og avleiðingar av upphiting og hækkandi vatnstøðu. Fyrilestrarhaldarin endaði við teirri heldur døpru staðfesting, at vit føroyingar eru millum tey raskastu, tá tað snýr seg um at framleiða CO2 útlát pr íbúgva. Í dag frá klokkan 16-20 er opið hús á Glasi, tá kunnu øll áhugað síggja við egnum eygum hvussu umstøðurnar eru á tí nógv umrødda skúlabygninginum.

47220548_2016470498447401_3087442605143752704_n.jpg

Hósdagin 29. november bjóða vit øllum starvsfólkum, næmingum og vinfólkum, foreldrum og avvarandi teirra til opið hús á Glasi. Tit kunnu síggja bygningin og tað, sum næmingarnir í ymsu lærugreinunum innan list og skapan arbeiða við og hava framleitt. Fakini, sum eru við, eru:

Klædnaatstøði
Hár
Tilvirkan
Miðlakunnleiki
Leiklist
Foto
Myndlist
Tónleikur
Tónleikatøkni
Serbreytin

Á skránni eru framførslur, framsýningar, filmssýningar, smærri verkstovur, tónleikur – og so verður høvi at síggja bygningin, keypa okkurt ábit – og at keypa jólaprýði, sum tey á serbreytini hava gjørt. Fleiri framsýningar eru. Her eru nakrar myndir, sum næmingar í myndlist hava málað. Uppgávan var at mála eitt øðrvísi jólakort.

47048006_206658420252949_6912837007798435840_n.jpg
46935098_348047042664101_7758273570232336384_n.jpg
47170954_518720458643068_2714849734039699456_n.jpg
47107561_324553241699377_5700396499238649856_n.jpg
46976946_508474276333151_7128683226368835584_n.jpg
47052495_306167103325852_4939195223415717888_n.jpg
47223792_573269773097761_1300160224828588032_n.jpg
46894248_362045264341806_7149221201632559104_n.jpg
47324003_313059942869689_7013179499806195712_n.jpg

HESI GJØRDU MYNDIRNAR:

Lilja Askham

MYNDLIST C – 18 bmx

Anja Nybo Justesen

Beinta Lindberg Hansen

Elisabet Holm Simonsen

Fía Katrinardóttir Jacobsen

Guðrun Hansen

Hanna Lamhauge Jacobsen

Iris Ørvarodd

Joan Kruse

Katrin Hentze

Katrin Mohr Sverradóttir

Kristina Bergsdóttir Thomsen

Marin Bogadóttir Petersen

Ranja Hjaltalin Brekkstein

Rebecca Saxov

Rebekka Engskær Leitisstein

Rebekka Eriksen

Ró Holm Magnadóttir

Sára Østerø

Sólja B. Poulsen

MYNDLIST C – 18a

Andrea Restorff Sivertsen

Anna Sofía Bærentsen

Bjørt Krossteig

Durita Dam Slættanes

Fía Haldursdóttir Smith

Hanna Heðinsdóttir Lamhauge

Henrikka Wang Jacobsen

Jóhanna Lassen

Karolina Úr Skúoy Johansen

Kaspara Danielsen

Lea Falkvard Joensen

Lýdia Eyð Berg

Maria Vedelsbøl

Rakul Jansdóttir

Rakul Ottarsdóttir á Lofti

Rakul Petersen

Rannvá Klettheyggj

Rutt Jógvansdóttir Jacobsen

Súsanna Fríða Andriasardóttir

Súsanna Michelsen Kass

Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar

Urd Á Lofti

MYNDLIST B

Anna-Mariia Dmytrivna Kislova

Anný Egholm

Barbara Dahl Mc Birnie

Ingibjørg Mikkelsen

Ingileyg Andrasdóttir Skaalum

Katrin Hansen

Linda Ljósheim Dahl

Linda Michelsen

Malena Hansen

Randi Lamhauge Beder

Sára Hammer El ghoul

Sjøfn Justinussen Guðmundsdóttir

Sólja Johannessen

Sólvá Torkilsdóttir Dam

 - - - - - - - - - - - - - - - - - - - - -

45141924_182421709333674_8670216803596632064_n.jpg

Myndlist miðstig - Parafrasur 1.nov 2018

45163737_313097139515558_5816391870707662848_n.jpg
45275125_181256649444629_6510470877937664000_n.jpg
45126518_506811966504654_6062452449766014976_n.jpg
45182269_318842455596859_5727959773983277056_n.jpg
45141936_499437317201129_402906093149224960_n.jpg
45261602_251025609097800_3991787654814367744_n.jpg
45231179_2367678406793185_6830700946582929408_n.jpg
45153560_485582455267913_7875875195045543936_n.jpg
sjøfn.jpg


Blokkdagur við 17 VP: ORÐ OG MYND

Blokkdagin herfyri brúktu næmingarnir í 17VP myndlist uppá temaið orð og mynd ella um myndlist við orðum/yrkingum. Vit byrjaðu í Steinprenti, har næmingarnir hugdu at framsýningini hjá Tóroddi Poulsen og fingu íblástur haðani. Síðani fóru næmingarnir niðan í Hoydalar at arbeiða sjálvi. Tey arbeiddu hugagóð og her eru nakrar myndir frá blokkdegnum.

25181960_10215334151130026_107452510_n.jpg
25181574_10215334151770042_1979671452_n.jpg
25181574_10215334152050049_1071101284_n.jpg
25181649_10215334149809993_1803450937_n.jpg
25181685_10215334151850044_182893111_n.jpg
25319541_10215334152450059_933075430_o (1).jpg
25181954_10215334151250029_66940077_n.jpg
25276451_10215334150930021_1058601020_n.jpg
25323340_10215334151410033_1238238406_n.jpg
25323533_10215334150250004_619282346_n.jpg
25324098_10215334151930046_562574111_n.jpg
25323152_10215334151490035_1380191320_n.jpg
25276607_10215334150490010_1715008797_n.jpg
25276579_10215334150770017_2007607842_n.jpg
25323235_10215334151610038_1202987967_n.jpg

 

 

Vitjan í Steinprenti

Myndlistanæmingarnir í 16 aðxbpyeuz vóru fríggjadagin og mánadagin í Steinprenti, har tey høvdu høvi at uppliva hvussu ein yrkisgrafiskur verkstaður sær út. Jan Andersson, litografur og leiðari á verkstaðnum greiddi frá steinprentstøkninum og næmingarnir royndu at tekna á ein litografiskan stein. Tey hava sjálvi arbeitt við linoleumsprentum í skúlanum og nú er tað seinasta framløgan, sum skal fáast undir land. Tað eru greiningar av prentum, sum eru framleidd í Steinprenti og tessvegna nýttu fleiri næmingar høvið at spyrja um júst tað prentið, sum tey fara at leggja fram í næstum. Eg gleði meg! Heilsan lærarin. 

Passiónsmyndir í Hoydølum

 

Síðstu vikuna hava fleiri hold í myndlist í Hoydølum arbeitt við líðingarsøguni sum myndevni. Vit byrjaðu við at hyggja at altartalvum hjá Torbirni Olsen og fóru eina gjøgnumgongd gjøgnum ta kristnu listasøguna frá miðøld og til í dag, og síðani fingu næmingarnir uppgávuna at gera eitt uppskot til altartalvu í Havnar kirkju. Her eru nógv uppskot, ikki øll eru liðug, men her eru tey. Summi eru vøkur, onnur stuttlig og onnur aftur eru óhugnalig og ekspressiv. Hetta eru næmingar í 1.S, sum hava valt myndlist; holdini eita 16EUZ, 16BPY, 16AÐX og 16A. Við hesum myndunum fari eg at ynskja bæði næmingunum og mínum lesarum einar gleðiligar páskir. 

iPhone Image 100CAF.jpg
iPhone Image 100E0A.jpg

 

----------

 

LINOLEUMSPRENT 

Í Hoydølum/Glasi er myndlist ein væl dámd lærugrein og eg eri heppin at vera ein av trimum lærarum, sum undirvísa í hesari lærugreinini, sum vit hava á C-stigi og B-stigi.

Lærugreinin er skipað bæði sum praktisk og ástøðilig lærugrein. Ætlanin er at gera næmingarnar tilvitaðar um fagurfrøði og listasøgu og at læra tey hvussu mentanarlig og listarlig nýbrot eru knýtt at ymiskum lívsáskoðanum og samfelagsskipanum. Í undirvísingini fáa næmingarnir innlit í nakrar grundleggjandi arbeiðshættir so sum at tekna, mála, skera grafiskar myndir osfr. og harumframt verða næmingarnir undirvístir í myndagreining, ein førleiki, sum er serstakliga brúkiligur í okkara visuellu tíð. Eg plagi at byrja undirvísingina við at staðfesta, at næmingarnir eru nógv betri myndalesarar enn eg, tí tey eru fødd inn í eina tíð, sum er meira visuelt merkt enn, tá eg var barn uttan sjónvarp, teldu, internet, netflix osfr. Myndastreymurin í nútíðini er óendaligur og tey ungu lesa myndir mest sum uttan at geva sær far um hví tey lesa tær sum tey gera. Tá er ikki so galið at læra eitt sindur og gerast tilvitað um myndamál, ið er eitt mál júst sum onnur mál.

Í 2017 hava míni fýra C-stigshold við næmingum í 16 aðx, 16bpy, 16ezu og 16a arbeitt við grafikki og tey hava fingið nógv burturúr. Allir næmingar hava gjørt hvør sína verkætlan innan linoleumsprent. Linoprent er eitt grafiskt háprentstøkni á linoleumsplátu, sum mentist í Týsklandi í 1890´unum, og sum vit ikki minst kenna frá ekspressionistiskum myndum. Myndevnið verður skorið í linoleums-plátuna, plátan verður svertað og verður síðani í einari pressu ella á annan hátt yvirførd á pappír. Tað óskorna verður litað meðan tað skorna verður hvítt ella sama lit sum pappírið.

 Øssur Johannessen

Øssur Johannessen

Eg byrjaði við at greiða frá um grafiska tøknið, síðani hava næmingarnir arbeitt hugagóðir - teir flestu við at skere í linoleum - tað er nokk so hart tilfar, og arbeiðið hevur gingið út yvir nokk so nógvar fingrar í 1.S, eins og tað hevur kravt nógv plástur. Síðani er myndaframleiðslan farin í gongd við svørtum prentum og eksperimentum við ymiskum litum. Vit enda við einari uppheinging og einum práti um tær einstøku myndirnar og síðani ætla vit oman í Steinprent at uppliva hvussu ein grafiskur yrkisverkstaður sær út.

 Kathe Kollwitz

Kathe Kollwitz

Eg seti nakrar myndir inn her frá linoverkætlanini hjá fyrstuflokkunum í Hoydølum. Sum tit síggja tykist áhugi vera fyri nokk so døprum myndevnum - hetta kemst møguliga av, at eg at byrja við vísti næmingunum framúrskarandi, døpur linoprent hjá Kathe Kollwitz og Øssuri Johannessen. Myrkrið verður í næmingarbeiðum lýst á ymiskan hátt, eitt nú gjøgnum eitt framúr dramatisk portrett við einum appilsingulum fiski og eina ikoniska lýsing av bølmenninum Hitler, ið ógvuliga sigandi tykist fangaður í bølamyrkri, men pláss er eisini til meira poetiskar og fjálgar myndir av blómum, mumi-hugna, flúgvandi fuglum, eiggiligum kvinnukroppum, portrettmyndum og eini sevjumiklari appilsin.

vh Kinna Poulsen, lærari í myndlist

iPhone Image BAC3DC.jpg