Claus Carstensen stóra framsýning í ARoS

Fríggjadagin 29.mai letur Claus Carstensen upp stóru framsýning sína, WHAT´S LEFT (IS REPUBLICAN PAINT) – NINE SISTERS í listasavninum í Århus, ARoS. Claus Carstensen er danskur myndlistamaður, ið hevur havt fleiri framsýningar í Føroyum, m.a. Skriftin á Steininum (saman við Tóroddi Poulsen) í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2010 og Klaksvikaffærer í Norðurlandahúsinum í 2011.

Hann hevur í mong ár samstarvað við Steinprent og í nýggjasta bókmentatíðarritinum Vencil nr. 15/2015 eru sjey yrkingar eftir Claus Carstensen, sum Oddfríður Rasmussen hevur týtt. Bæði í yrkingunum og í myndlistini hjá Claus Carstensen fyllir tað persónliga rættiliga nógv. Og sjálvt um minimalisma og konseptlist eru partar av listarliga undirstøðinum hjá honum, heldur hann fast uppá subjektivitetin í verkunum, ið altíð á onkran hátt snúgva seg um hansara lív og hann upplivar og sær.

Retrospektiv samtíðarframsýning

Framsýningin á ARoS er bæði retrospektiv og samtíðarlig, hon inniheldur umleið 100 ávikavist gomul og nýggj verk hjá Claus Carstensen, sum sambært tíðindaskrivinum nerta við evni sum framsøgufrælsi, totalitarismu, intimitet og nakinleika. Tøkniliga fevnir framsýningin breitt um málarí, standmyndalist, foto og veggjaprýði, m.a. eitt nýtt veggjateppi. Arbeiðslagið hjá Claus Carstensen er ekspanderandi og til tíðir eksplosivt, hann er sera produktivur og arbeiðir ofta við røðum av verkum og við fleiri listasløgum í senn og hansara samlaða verk, sum fevnir um 36 ár er tessvegna ógvuliga stórt í vavi. Hann málar og teknar bæði figurativt og abstrakt, ger standmyndir, fotograferar, ger assemblage, skrivar yrkingar og prosa og hansara verk verða av summum hildin afturlatin og óskiljandi orsakað av teimum mongu løgunum, sum tey innihalda av tilsipingum.

Samfelagslig evni

Ofta eru myndevnini hjá Claus Carstensen av samfelagsligum týdningi. Í verkrøðini Pavilion of The Naked lýsir hann t.d. fólk, ið vórðu pínd í Kambodja undir Reyðu Khmerunum og í eini røð av sonevndum defacing-myndum hevur hann oyðilagt ella málað og sprayað útyvir myndir hjá øðrum, eitt nú við at skera hol í ein málning av Gadaffi. Fyri Claus Carstensen er tað er ein partur av hansara hugskotsgrundaðu strategi at leggja fótonglar fyri seg sjálvan sum listafólk, soleiðis at hann á ymiskan hátt  bjóðar sær sjálvum og sínum "góða" smakki av. Hetta ger hann t.d. við at keypa málningar á loppumarknaðum m.a., sum hann síðani viðger við t.d. tusj máling og sprey. Eisini fær hann gøtumálarar ella skeltamálarar úr ymsum londum at mála myndir fyri hann til tess at fáa okkurt klombrut og fremmant brá í myndirnar.

Søgumálarí

At vera søgumálari hevur ein sera gamalsligan og idealan klang, søgumálarí varð dyrkað t.d. undir tjóðskaparromantiska rákinum. Søgan hjá Claus Carstensen er av heilt øðrum slag, hann miðsavnar seg heldur um tað ljóta enn um tað vakra, honum dámar t.d. at kanna maktmekanismur í samfelagnum. Tí er hansara áhugi fyri t.d. fløggum, skjaldrarmerkjum og teirra týdningum eyðsæddur og hvørja ferð hann kemur til eitt nýtt land ella eitt nýtt flaggøki, hevur hann eitt eintak av flagginum við sær heim, sum hann síðani viðger á ymsan hátt í atelierinum. Til framsýningina Klaksvikaffærer viðgjørdi hann Merkið og tað vóru øll ikki so fegin um. Fleiri ringdu í Steinprent til tess at mótmæla og tað helt Claus Carstensen vera sera áhugavert, men hann legði dent á, at talan var um eitt listaverk og ikki eitt flagg. Nýggja framsýningin hjá Claus Carstensen fer at kennast hjá áskoðaranum sum at fáa ein frammaná við einum visuellum bóltatræi, heldur listamaðurin sjálvur, tí nógvar av myndunum eru ógvusligar og ágangandi, merktar av einum ráum ekspressiviteti. Framsýningin WHAT’S LEFT (IS REPUBLICAN PAINT) – 9 SISTERS verður at síggja inntil 18.oktober í ár.