Framsýning - Bindilist í Norðurlandahúsinum

 

Sunnudagin 21. september kl. 16.00
Norðurlandahúsið varpar serligt ljós á bindilist við einari framsýning við donsku Iben Høj og føroysku Randi Samsonsen. Í tíðarskeiðnum meðan framsýningin hongur uppi, verður skipað fyri ymiskum Bindiverkstovum. Framsýningin letur upp sunnudagin 21. september kl. 16.00 og øll eru hjartaliga vælkomin.

Iben Høj hevur alla verðina sum arbeiðspláss við síni bindisniðgeving og rannsakan av bindihættum og strukturum. Hon tráðar eftir tí serstaka og kannar áhaldandi mørkini fyri, hvat binding er og hvat tað kann. Iben fær stóran íblástur frá náttúrunar byggilistarliga vakurleika, í anatomiskum og botaniskum skapum, eins og nútíðarlist gevur henni nógvan íblástur. 

Randi Samsonsen sigur soleiðis um hennara framsýning: Okkurt er í luftini. Okkurt, sum flýgur gjøgnum luftina. Okkurt, sum finnur eina lítla sprekku. Setir seg fast. Byrjar at vaksa. Tá ið tekstilsniðgevin Randi Samsonsen flutti heim aftur til Føroyar upplivdi hon bæði kreativan íblástur og ørkymlan. Júst henda tvídeilda kenslan er útgangsstøði í framsýningini, sum eisini nemur við hugtøkini skala og taktilitet í mun til teir møguleikar og avmarkingar, tekstil hevur fyri at inntaka og pallseta eitt framsýningarhøli.