Føðingardagsheilsan

Í dag 17.juli fyllir Anna Kathrina Højgaard, fotografur 60 ár. Hon hevur havt nógvar framsýningar millum ár og dag í m.a. Smiðjuni í Lítluvík og hevur tikið lut á enn fleiri bólkaframsýningum, t.d. Ólavsøkuframsýningum og Várframsýningum í Listasavninum. Aftur í ár verður hon við á Ólavsøkuframsýningini við nøkrum portrettmyndum, sum hon tók í Lofoten síðsta ár. Anna Kathrina Højgaard er útbúgvin fotografur, ið fær nógv burtur úr, tá listarliga eygað fangar vakrar kompositiónir í tí mest gerandisliga og tað dugir Anna Kathrina Højgaard. Hetta hava vit mangan sæð í hennara myndum, t.d. í yndisligu myndunum hjá henni á Ólavsøkuframsýningini í fjør av einari skallutari kvinnu har serligur dentur var lagdur á tann vakurleika og virðing, sum merkir eitt menniskja - eisini tá tað verður gamalt ella sjúkt. Eitt árið var myndevnið seyðarhøvd í grýtu, sum hevjaðu upp ein vanligan døgurða til at snúgva seg um lív og deyð í myndum, ið eru eins vakrar og um somu tíð óhugnaligar sum memento mori myndir úr barokktíðini. Hjartaliga til lukku, Anna Kathrina Højgaard, og tit kunnu gleða tykkum til portrettmyndirnar hjá henni á Ólavsøkuframsýningini.