Vendettaverkætlanin


At disponera eina framsýning við so nógvum luttakarum og verkum sum Ólavsøkframsýningin hevur, er ikki bara sum at siga tað, men ein prosess, har huglagið skiftist líðandi. Eina løtu er alt kaos og ivi um tað yvirhøvur kann eydnast at fáa eina eina meiningsfulla heild burtur úr bæði áhuga- og yrkisverkum. Steinprent hevur ein rættiliga stóran leiklut á Ólavsøkuframsýningini í ár m.a. eru fleiri av framsýndu myndunum innrammaðar har, men Steinprent er eisini miðdepilin í verkætlanini, sum er gjørd við støði í fløgni 200 hjá Vendetta. Hugskotið kom upprunaliga frá bólkinum sjálvum, teimum trimum tónleikarunum Niels Arge Galan, Una Árting og Mikael Blak, ið sakna politiska list í almenna rúminum. Verkætlanin hevur broytt ham fleiri ferðir gjøgnum tvey ár, men við tað, at Ólavsøkuframsýningin tykist vera perfekta høvið at framsýna politiska list, hava listafólkini og Steinprent lagt nógv fyri soleiðis, at vit á Ólavsøkuframsýningini sleppa at uppliva trý spildurnýggj steinprent, sum eru gjørd út frá løgum á Vendetta fløguni og sum eisini hava somu litir sum Vendetta fløgan, gult og svart. Tað er jú á Ólavsøku, at politiska árið byrjar og tí er tað, at hetta við politiskari list sýnist so upplagt. Listafólkini í Vendetta-verkætlanini eru eins ymisk og tey ikki eru hvørsumhelst; Claus Carstensen, Hansina Iversen og Jóhan Martin Kristiansen hava tulkað ein sang í part og á Ólavsøkuframsýningini ber til at síggja úrslitið.