Tann ordiliga Ólavsøkuframsýningin

Alla vikuna hevur verið arbeitt uppá Ólavsøkuframsýningina í Listasavninum. Tað vísir seg at vera ein stór, fjølbroytt og ógvuliga samansett framsýning, sum letur upp klokkan 15 ólavsøkuaftan við verkum hjá 38 sera ymiskum persónum, harav summi hava list sum yrki, meðan onnur fáast við at skapa í frítíðini.

Men tá talan jú er um "ta ordiligu", tvs. ta traditiónsríku Ólavsøkuframsýningina hjá Listafelagnum, so er júst henda framsýning í grundini helst tann mest hóskandi og meiningsfulli karmurin kring allan ymiskleikan. Vónandi fara onkur verk á Ólavsøkuframsýningini eisini at elva til kjak, m.a. tey trý grafisku verkini, sum eru inspirerað av sangheitum hjá bólkinum 200 á fløguni Vendetta. Aftur í ár er talan um eina um somu tíð kurateraða og sensureraða framsýning, sum fevnir breitt um fleiri ymisk listasløg og crossover verkætlanir. Har verður tónleikur, filmur, poetisk performance, tekstillist, installatiónslist, foto, kollasjur, leirlist og ein rúgva av tekningum, grafikki og málningum, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Framsýningarluttakarar: 200, Anita Køtlum Petersen, Ann Mari Dam, Ann Mari Mouritsen, Anna Kathrina Højgaard, Anna Malan Jógvansdóttir, Ásmundur Poulsen, Bárður Jákupsson, Bárður Oskarsson, Beinta Gaard, Birita Poulsen, Claus Carstensen, Durita Dam, Eir Nolsøe, Elin J.Smith, Finnleif Mortensen, Fríða Matras Brekku, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Ingunn Danielsen, Jákup Lervig, Janus Kamban, Jóhan Martin Christiansen, Ludvík á Brekku, Lydia Nielsen, Maigun S.Otthamar, Milja Hanusardóttir, Randi Samsonsen, Rannvá Kunoy, Saga Kapna, Sakaris Fríði Stórá, Sámal Blak, Silja Eystberg, Sissal Kampmann, Steinprent, Súsanna Skylv, Tóroddur Poulsen, Tove Brink, Vagnur Dam,Vígdis Petersen. Framsýningin letur upp 28. juli og hon letur aftur 17. august 2014. Fyriskipari: Listafelag Føroya. Kurator: Kinna Poulsen. Stuðlað framsýningini hava Okkara og Føroya Bjór. Atgongumerkið kostar 50 krónur og er verklisti og lutaseðil. Vinningurin er ein mynd hjá Janusi Kamban. Plakatin, sum Niels Arge Galan gjørdi, kostar 50 krónur.