Ein debutantur á Ólavsøkuframsýningini

Her er ein lítil partur av verkinum hjá einum debutanti á Ólavsøkuframsýningini 2014. Hon eitur Birita Poulsen, er av Sandi og er júst blivin student. Hesa fyrstu ferðina, hon sýnir fram, er tað í sjálvum Listaskálanum í Ólavsøkuframsýningini, har mong kend listafólk byrjaðu sína listaligu leið. Tónleikaáhugað kenna kanska Biritu Poulsen aftur frá tónleikakappingini Stella Polaris, sum var í Norðurlandahúsinum og sum varð sjónvarpað. Birita Poulsen gongur á musikkskúlanum og lærir at syngja hjá Joannu Johansen. Spennandi verður at fylgja við dugnaligu ungu kvinnuni komandi árini.