Guðrið Poulsen á Norðurbryggjuni


Leirsmiðurin, ið gjørdist myndahøggari

30. avgust - 19. oktobur

Guðrið Poulsen (f.1961) er upprunaliga útlærd leirsmiður í Finnlandi og Íslandi, men síðan 1980’ini hevur hon, eins og mangir av hennara yrkisfelagar, vent sær burtur frá tí meira siðvanda innan leirlistina, sum ofta verður knýtt at eini verkligari nýtslu.

Verkini hjá Guðrið Poulsen eru heilt serlig. Hennara verk bjóða markinum hjá leirinum av, hóast tey halda seg innan leirlistina. Vanliga hevur tann ímyndandi listarliga siðvenjan verið væl umboðað í Føroyum, men Guðrið er harafturímóti abstrakt við tilvísing til bæði byggilist og natúru. Ynski um at menna tað listarliga í leirinum sæst aftur í arbeiðinum hjá Guðrið Poulsen, eins og hon er nógv upptikin av spurningum um tilveruna, sum lívið ímóti tankanum, tað óstøðuga mótivegis tí verandi, tað lítla rúmið mótvegis tí stóra heiminum. Evni, ið týðiliga seta dám á framsýningina.

Á framsýningini á Norðurbryggjuni eru bæði nýggj og eldri verk.
Fyriskipað í samstarvi við Listasavn Føroya