Intermezzo

UMMÆLI: Heili 23 verk eru við á framsýningini hjá Ludvík á Brekku í Smiðjuni í Lítluvík og við tað, tey øll eru niðriundir og at myndirnar eisini eru rættiliga stórar í vavi, gerst samlaði inntrykkið av framsýningini heldur óruddiligt og inkonsekvent. Ludvík á Brekku hevur verið á listaháskúla á Ærø í eitt ár og hevur hug at vísa okkum hvat hann hevur lært har. Tað er fínt at sleppa at fylgja við. Skúlamyndir eru ofta rættiliga ymiskar, tað vil so vera og tað skulu tær vera, tí tær eru prógvið um, at næmingurin hevur lært okkurt. Men aftrat skúlaverkunum hevur hann valt at taka verk við, sum vóru á Vár- og Ólavsøkuframsýningini í fjør og annað tilfar. Litirnir eru teir somu, sum honum dámdi áðrenn skúlan, bjartir litir við serligum denti á mótsetningslitir sum gult og violett. Máliháttur og stílur í nýggjaru myndunum minnir eisini um tær eldru myndirnar.

Tað snýr seg um figurativar myndir av gentum og kvinnum (fyri tað mesta), sum eru lýstar eins og í teknirøðum ella popart, einfaldaðar, slættar myndir, sum eru lutfalsliga lættar at gera og tessvegna sera populerar serliga millum ung fólk - málihátturin er ikki minst brúktur millum tey, sum ikki hava eina listarliga útbúgving,  - Tá eg tosi um listarliga útbúgving, sipi eg til eina akademiútbúgving, fimm ár í stríðum mótvindi, har næmingurin í heilum verður funnist at, vigaður og funnin ov lættur og har tú gjøgnum kritikk og undirvísing spakuliga útviklar tína egnu listarligu tankagongd. Munurin millum skúlamyndirnar og hinar eldru er, at tær eru tematisk gjøgnumførdar við einum ávísum speglingartema, sum gevur teimum eitt nokk so gjøgnumført yvirbrá, men tær eru jú í grundini bert skúlavenjingar uttan nógvar aðrar tankar enn júst at gjøgnumføra eitt tema, har ein figurur verður endurtikin á høvdinum.

Onkur av hesum dupultmyndunum er væleydnað, t.d. tvíburðamyndin. Hon er betri málað og komponerað og tykist somuleiðis betri hugsað og meira kensluborin enn hinar, m.a. í samansetta máliháttinum. Tað slætta popart-úttrykkið í forgrundini fær áhugavert mótspæl av teirri dekorativt málaðu hyttuni og abstrakt málaðu bakgrundini. Tilsamans gera stílskiftini, at gentulýsingarnar tykjast ónatúrliga bjartar, men teirra um somu tið óseka og óskikkiliga andlitsbrá fær áskoðaran til at undrast á hvat gongur fyri seg í myndini. 

Eg hoyrdi tann fryntiliga Ludvík á Brekku í útvarpinum greiða frá, at hann lesur til lærara í løtuni, men hevur tikið eitt ár farloyvi fyri at fara á Listaháskúla. Hendan millumstøðan, kenslan av intermezzo, avspeglast í hansara framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, sum heldur fram inntil mikudagin.