Føroyskir Biodagar í Keypmannahavn

Frá 25. septembur fram til 2. oktobur leggja Føroyskir Biodagar dent á filmisku Føroyar, søguliga og í dag.

Filmstevnan fer fram á Norðurbryggu og á Cinematekinum í Keypmannahavn, og á skránni eru frumsýningar, virðisløntir stuttfilmar og søgulig høvuðsverk úr Føroyum.

Føroyskir Biodagar fevna í ár um heili 22 filmar ella rættari sagt 7 spælifilmar, 3 heimildarfilmar og 12 stuttfilmar. Harumframt koma fleiri spennandi gestir at kjakast um teir einstaku filmarnar og um føroyskar filmar sum heild.

Millum annað verða tríggir filmar hjá Katrinni Ottarsdóttur vístir, tann spildurnýggi spælifilmurin , ”Ludo”,  ”Bye bye blue bird” frá 1999 og ”Atlantic Rhapsody” frá 1989. Harumframt verða bæði ”Barbara” (1997) hjá Nils Malmros og tann týska filmsútgávan av Barbaru frá 1961, har svenska Harriet Anderson hevur høvuðsleikutin, vístir.

Á skránni eru eisini tvey tiltøk við føroyskum stuttfilmum, og millum annað tvey kvøld við danska filmsleikstjóranum, Ulla Boje Rasmussen, sum vísir sínar heimildarfilmar, ”1700 metrar frá framtíðini” (1990) og ”Tre blink mod vest” (1992).

Millum hinar gestirnar eru filmsleikstjórarnir Katrin Ottarsdóttir og Nils Malmros. Eisini koma Sakaris Stórá, Marianna Mørkøre, Rannvá Káradóttir og Ingun í Skrivarastovu at vísa føroyskar stuttfilmar frá seinastu árunum. Harumframt kemur filmsøgufrøðingurin Jan Erik Holst úr Noregi og vísir ein av teimum fyrstu spælifilmunum, ið er spældur í Føroyum, nevniliga tann norski filmurin, ”Selkvinnen” (1953).

Føroyskir Biodagar vera í Tórshavn í byrjanini av 2015 og fara fram í Norðurlandahúsinum.

Les meira um Føroysku Biodagar í Keypmannahavn

 www.nordatlantens.dk.