3 Spurningar til filmsleikstjóran

Paula Danielsen tók myndina av Sakarisi Fríða Stórá saman við framleiðara sínum, Ingun í Skrivarastovu

Sakaris Fríði Stórá kom heim í gjár, og varð í Vágunum mistikin fyri at vera ein umhvørvisaktivistur, sum hann eyðsýniliga ofta verður blandaður saman við. Spurningurin er so um ikki skjótt tað verður hin vegin, at umhvørvisaktivisturin verður boðin við á onkran reyðan filmsløbara. Sakaris Fríði Stóra hevur ferðast nógv síðani Berlinaluheiðurslønina, hetta vikuskiftið er portrettgrein um hann í Weekendavisen og í september skal hann aftur á ferð í sambandi við føroyskir filmsdagar 26.-30.sept. Føroyski filmsleikstjórin fegnast um at vera komin heim aftur til Skopunar av einari av sínum mongum filmsferðum, og uppá spurningin hvussu nógva staðni filmurin Vetrarmorgun nú hevur verið sýndur, svarar hann, at hann ikki hevur nakað neyvt yvirlit yvir hvar og nær filmurin er sýndur, men sum heild hevur móttøkan verið nógv betur enn væntað: “Vit fáa umbønir um at sleppa at sýna hann hvørja viku. Vit hava verið noydd at takka nei viðhvørt, tí vit ikki hava havt nóg nógv sýningseintøk. Síðstu viku bleiv hann sýndur í fýra ymiskum londum, næstan samstundis. Tað er kul at fólk úr øllum heiminum sleppa at uppliva okkara film í biografi, soleiðis sum filmur eigur at upplivast, og samstundis læra at føroyskur filmur er eitt hugtak.

KP: Hvør er størsta upplivingin, tú hevur havt í sambandi við filmskarrieruna higartil?

Tað er altíð stuttligt at sleppa á filmfestival og gevandi at sleppa at dystast við filmar í heimsflokki, tað er ótrúliga inspirerandi og læruríkt. So hvør festivalur er ein stór uppliving í sær sjálvum”. Men tann størsta upplivingin var at vit vunnu í Berlin. Tá visti eg at filmurin var alt tað harða stríðið vert. Eg eri serliga glaður fyri at høvuðsleikarinir eisini sluppu at uppliva Berlinale. Tær vóru stjørnur og skaraðu verðuliga framúr. Gjøgnum framleiðsluna kundi eg bara bjóða teimum skursl, sveitta og tár. So tað var kul eisini at kunna geva teimum diplom frá einum av heimsins mest viðurkendu filmstiltøkum, sum segði at vit gjørdu tann besta filmin, og at teirra harða arbeiði gav ávøkst. Eg trúgvi ikki, at man sum leikstjórin kann uppliva nakað betri.

KP: Hvat verður tað næsta, vit fara at síggja frá tær?

Eg arbeiði í løtuni fram móti eini størri verkætlan. Hesuferð skrivi eg ikki leikritið sjálvur. So eg fái verðuliga hugsavnað meg um at leikstjórna, casta og arbeiða við leikarum. Tað er nokkso deiligt. Men stórar verkætlanir taka nógva tíð og orku. Tað er so øgiliga nógv sum skal uppá pláss áðrenn, og eg vil ikki skunda nakað ígjøgnum, Men vónandi kunna vit fara í gongd við upptøkurnar næsta ár. Hinvegin, so sakni eg so ótrúliga nógv at leikstjórna, at tað væl kann hugsast at eg geri onkra líttla verkætlan, um eg havi tíð og orku til tað, bara fyri at fáa meir royndir sum leikstjóri, og fyri at sleppa at gera tað ið eg elski allarmest.