Nýggj bók eftir Viljálm við Hoygil

Carl Jóhan Jensen. Foto: Randi Ward

Carl Jóhan Jensen. Foto: Randi Ward

Tað skilst, at nýggj bók er á veg eftir ein debutant, Viljálm við Hoygil. Hví myndin er av Carl Jóhan Jensen? Tað veit eg ikki, men myndin er góð. Bókin kemur í august og vit gleða okkum øgiligt. Her er ein presentatión frá høvundanum sjálvum:

Ja, hvör eri eg.

Tað sigst at ymsar gitingar eru um tað. Men skjótt sagt eri eg bókmentafröðingur, 59 ára gamal. Ógiftur og ættaður av Strondum. Altso strandingur. Tað dámar ikki öllum, serliga ikki strandingum, veit eg. Men hvat um tað, mær dámar ikki strandingar. Ja, viðhvört ivist eg í, um eg leggi í föroyingar yvirhövur. Kortini eri eg bæði strandingur og föroyingur. Tað er ónoktiligt og tað er forbanniligt. Men hvat kann eg gera við tað?

Eg búgvi í lötuni í Onglandi, í Grasmere í Cumbria. Her havi eg verið í hálvtriðja ár og fáist við at skriva eina phd-ritgerð fyri Universitetið í New Castle up on Tyne og evnið er bygdalýsingar í skaldsöguverkinum hjá Jens Paula Heinesen.

Men hóast eg, sum sagt eri bókmentafröðingur, havi eg lítið sum einki blandað meg upp í ta mentunarligu debattina í Föroyum. Hana lati eg aðrar fröðingar um, kvinnur sum menn. Tískil kenna tey flestu meg ikki sum skrivandi mann og bókmentafröðing – nakrir miðnámsskúlanæmingar undantiknir. Eg undirvísti í fleiri ár í enskum, tók í síni tíð master-prógv í enskum bókmentum í New Castle.

Einar ella tvær ferðir havi eg roynt at senda föroyskum blöðum greinar um bókmentalig evni, men tær vórðu ongantíð prentaðar. Gud má vita hví. Hartil kemur, at eg satt at siga ikki leggi nógv í at ganga í býin sum tað eitur í tí og úrtíð og slettis ikki á náttartíð. Eg hvörki royki ella drekki. Havi kortini verið á Hvonn eina ferð, hugsi tað var á várið 2012, og tvær ferðir á Irish Pub, tað eru minst fimm ár síðani. Kom til, at hatta vóru ikki stöð fyri meg.

Eg síggi nú, at Kinna Poulsen heldur seg kenna meg frá Oyrasundskollegium. Men tað fær ikki passa. Har búði eg ongantíð. Tey tvey árini, eg dvaldi í Keypmannahavn eftir loknan guðfröðilestur á Fróðskaparsetrinum, búði eg á einum verilsi í Frantzensgade, minnist meg rætt, úti á Fredriksberg. Eg las trúarsögu tá á Universitetinum. Tað var seinast í hálvfjerðsárunum.
Men eg treivst ikki millum danskarar og fór tí til Onglands í 1980, til New Castle up on Tyne sum longu nevnt. 
Í New Castle up on Tyne var eg fram í hálvfemsini og kom sjáldan heim á klettarnar, bara tvær ferðir í næstan sekstan ár.

Eg havi skrivað nakrar bökur um ymisk evni, mest bókmentalig, eitt nú um skaldskapin hjá Valdimar Poulsen, H. M. Ejdesgaard, Richard B. Thomsen, Ólav í Beiti o.fl.

Seinasta bókin eftir meg kom út í 1993 og hon var um Valdimar Poulsen. Hon seldist ikki væl, í knappliga hálvfjerðs eintökum.

Eg havi ongantíð fingið starvslön. Havi ongantíð verið í sjónvarpinum. Ongantíð verið tilnevndur til nakra virðislön, tíansheldur fingið viðurkenning av öðrum slagi, eitt nú mentunarvirðislön M.A. Jacobsens ella heiðursgávu landsins. Heldur ikki hava verk míni nakrantíð verið ummæld hvörki á prenti ella í loftmiðlunum. 
Men eg klagi tó ikki. Tað kemur mær ikki til hugs.

Um hesa bókina, ið henda síðan er stovnað til at lýsa, Bókin um 
tað góða, skal stutt sigast:

Í fyrsta lagi er verkið ikki eftir meg, men eftir ein ókendan prentara. Prentarin var úr Havn, av Reyni, og eg veit eyðvitað, hvussu hann kallaðist, men havi av ymsum ávum valt ikki at almannakunngera navnið á honum.

Í öðrum lagi er mín leiklutur í hesi útgávu einans sum ritstjóri og formælishövundur.

Í sambandi við stovningina av hesi síðu kom ein kinkur í. Hetta komst av, at eg hevði fingið fólk at gera hetta arbeiðið fyri meg, dugi so illa sjálvur at fáast við teldutökni, ikki síðst facebook-tökni. Men sum ofta vil verða: har tú ikki ert sjálvur, ert tú bara hálvur. Tá ið síðan birtist seinnapartin sunnudagin var eftirnavnið hjá mær komið skeivt fyri. Eg eiti ikki Hoygarð til eftirnavn, eg eiti við Hoygil. Somuleiðis var fornavnið heldur ikki rætt stavað. Og tískil mátti alt gerast av nýggjum.

Haldið mær til góðar.

Hvat Carl Jóhan Jensen, rithövundi, viðvíkur, skal eg taka fram, at hann sum so einki hevur við Bókina um tað góða at gera. Carl Jóhan jensen hevur hinvegin verið so beinasamur at rættlesa tekstin fyri meg. Annars ábyrgist hann á ongan hátt útgávuna.

Viðhongda myndin er av húsum mínum í Grasmere og verður væl hugt sæst eg sjálvur á henni.