Mentanarpower í Kringvarpinum

Tað ljóðar sum lista- og mentanaráhugað hava nógv gott í væntu av vetrarskránni hjá Kringvarpinum, og bókmentirnar koma nú aftur við í fremstu røð. Longu nú eru ummæli bíløgd av ymiskum bókum. Sum skilst hvørva In Mente og Mentanarkaféin, sum vit kendu tær farnu vetrarskrá,  og í staðin verður fasta mentanarsendingin í útvarpinum Mentanarkaféin, sum verður send hvønn hósdag kl. 17.05  aðruhvørja viku í útvarpinum og aðruhvørja viku beinleiðis úr Norðurlandahúsinum við áskoðarum. Í sendingini verða samrøður/vangamyndir, frásagnir, ummæli, og í Norðurlandahúsinum eisini musikkafé. Í fyrstu sendingini, ið verður send úr útvarpinum í morgin, verður samrøða við Dagmar Winther og Solveig Olsen um framsýningina í Listaskálanum, og sum eisini tosa um føroyska list í dag. Eisini verður innslag frá harmonikutreffi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og nú 450 ár eru liðin, síðani William Shakespeare varð borin í heim, fara Bergur Djurhuus Hansen og Eyðun Johannesen at hugleiða um bretska tjóðarskaldið. Harumframt  verður eisini ein mentanarsending í sjónvarpinum triðju hvørja viku, sum Ivan Niclasen stendur fyri. Hetta er eitt stórt framstig á leiðini fram móti teirri sjálvsøgdu vikumentanarsendingini hjá sjónvarpinum.