Hugsa tær 29.august...


 

Harrarnir Vitandi og Alvitandi hittast á Kongabrúnni:

- Hugsa tær 29. august.
- 29. august?
- Ja.
- Nú, er tað ikki ein fríggjadagur?
- Nettupp.
- Men álvaratos, hvat um tað um 29. august ber upp á ein fríggjadag.
- Git.
- Dómadagur.
- Um hann rúmaðist í Skálatröð.
- Skálatröð?
- Í Steinprenti.
- Tí snobba-sentralinum.
- Tað er nú munur á snobbum.
- Munur á snobbum?
- Ja, hvörjum vert er at snobba fyri.
- So…og hvat er so „vert“ at snobba fyri?
- Git.
- Assj, tú ert eitt moldhövd ert tú.
- Men git nú.
- Tú manst meina við okkurt floyalsbuksu-vætti úr Kirkjubø, kenni eg teg rætt, ella okkurt skin-mentað og yvir-ummælt list-kleiggi-kvendi, sum málar sum tað gleivar…
- Neeeeiiiii….
- Okkurt djass-hopp-hövd…
-Neeeiii….
- Onkran penn-heilagan, onkran andliga mánasjúkan tvætli-gukk, onkran, sum hevur sett ta almennu boppuna í hálsin ….
- Nú, nú…
- Ja, visti eg tað ikki, tað er Tórodd tú meinar við, Tórodd Poulsen….
- Aaahhh….
- So er tað so vist Jóannes Nielsen….
- Ikki heilt…
- Men hvönn so, meðni…
- Tú veitst…hann…
- Nei…hvönn…
- Hann…
- Hann? ....Nei!
- Á, jú…
- Handan for-hattaða og margarin-forhálaða, sjálvreypandi lortendan…
- Nettupp…
- Á títt dupult-kvartettaða dylhövd…tú fert ikki…
- Á jú, tað geri…í Steinprent fríggjadagin tann 29. August klokkan fimm.

 

----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 

Harrarnir Vitandi og Alvitandi hittast í nýggju farstöðini á flogvöllinum:

-Tú hattamaðurin…
- Ja, hvat um tað spottið?
- Tú minnist eg segði við teg, at hann gevur bók út, eina nýggja skaldsögu…
- Jú, jú…og tað hevði álvaratos gjørt mær so fanans sama, um tað ikki plágaði meg so illa, hvat skattgjaldarin má bløða fyri at sovorðnar, eg meini, fyri sovorðnan forsaltaðan súrmjólkagreyt… álvaratos, er tað lögið fólk rýmir av landinum og ikki vil finna seg í….
- Men hann fekk góð ummæli kortini, fyri hina bókina, tá ið hon kom, handan Ó-bókin…
- Ó-bók, ja, tað sigur tú satt…Ó-bók er rætta orðið og sjálvandi varð hon róst…og mest av honum sjálvum, minnist meg rætt…
-Nú, onkur ummælari helt nú við honum, hóast alt…
- Føroyskir ummælarar, jesus salti tínar syndir, maður, hvat eru føroyskir ummælarar, ha, okkurt andligt krymphol í Hoydölum og herðaklappandi snobb-krop og ….
- Jú, men útlendskir ummælarar hava nú eisini havt góð orð um…
- Útlendskir?
- Ja, eitt nú norskir ummælarar… í Oslo-blaðnum Verdens Gang fekk Ó-bókin…
- Lort upp á langskaft fekk hon…
-…og í Íslandi, seinasta heyst…
- Íslendingar altíð koma meylandi við íslendingum, hasi sjálvhalgu lúsavættini, teir fáa ikki nösina úr í reyvini á hvørjum öðrum fyri berari nationalismu…
- Nú, nú…tú tekur so rívan…
- Eg sigi tað eg hugsi og mong við mær, tú…
- Men hendan nýggja bókin, ja, tað havi eg ið hvussu er hoyrt, hon skal vera betri enn hin..
- Og tí trýrt tú, títt salt-hövd…
- Mær dámar so í öllum førum tittilin…
-Tittilin?
- Ja, „Eg síggi teg betur í myrkri.“
- Hatta hevur beistið stolið.
- Stolið?
- Ja, tað ljóðar.
- Hvat hevur tú hoyrt.
- Tað kann gera tað sama, hvørjum eg havi tað frá.
- Eg spurdi ikki, hvørjum tú hevur tað frá, eg spurdi, hvat hevur tú hoyrt…
- Tað er ein álítandi kelda, skalt tú vita.
- Men hvat spyrji eg, hvat hevur tú hoyrt?
- At hann hevur stolið tittilin, margarinhatturin?
- Men frá hvørjum, meðni?
- Magna Arge.
- Magna Arge?!
- Ja, Magni skal síðani í vetur hava skrivað sínar enduminningar um árini í Atlantsflogi…
- Nú…og?
- Bókin skuldi eita „Eg síggi teg betur í mjörka.“
- Álvara.
- Magni er í luftini.
- Tað kann eg ætla.
- Hann fer at melda fyrsta dagin.
- Nei…
- Á, jú…so tað verður helst einki av hasum snobb-útgávugildinum hjá tær, nær og hvar tað nú skuldi verða.
- Í Steinprenti fríggjadagin 29. august klokkan 17.00.
- Nettupp…