Eg síggi teg betur - í myrkri -

Meðan vit gleða okkum til útgávureseptiónina fyri nýggju bókini hjá Carl Jóhan Jensen, kunnu vit njóta hansara týðing av yrkingini hjá Emily Dickinson, sum bókaheitið stavar frá. Permumyndina her omanfyri gjørdi Sámal Blak.

Eg síggi teg betur – í myrkri –

Eg krevji ikki ljós –

Tokkin til tín – veri ein strenda –

Skærari enn fjóla –

 

Eg síggi teg betur gjögnum árini

Sum krýkjast ímillum –

Við námsgongulampu – dugi hon til –

at ógilda námið –

 

Og í grövini –  síggi eg teg best –

vangarnir á henni teir

glógvi – allir reyðir – av ljósinum

eg beri tær, högt –

 

Hvat skal dagur til –

Hjá teimum sum myrkrið – er so – bjartari enn sólin –

At tað – íðuliga – er teimum

Sum hálvga nón?

 

Emily Dickinson