Nýggja bókin hjá Carl Jóhan Jensen kemur 29.august


photo_carl.jpg

Nú nærkast útgávudagurin hjá nýggju bókini hjá Carl Jóhan Jensen, Eg síggi teg betur í myrkri/ Forspæl til ein gleðileik. Høvundurin hevur upprættað eina Facebooksíðu, har hann boðar frá nýggju bókini og tað er í fleiri førum ikki óstuttligt:

Harrarnir Vitandi og Alvitandi hittast í nýggju farstöðini á flogvöllinum:

-Tú hattamaðurin…

- Ja, hvat um tað spottið?
- Tú minnist eg segði við teg, at hann gevur bók út, eina nýggja skaldsögu…
- Jú, jú…og tað hevði álvaratos gjört mær so fanans sama, um tað ikki plágaði meg so illa, hvat skattgjaldarin má blöða fyri at sovorðnar, eg meini, fyri sovorðnan forsaltaðan súrmjólkagreyt… álvaratos, er tað lögið fólk rýmir av landinum og ikki vil finna seg í….
- Men hann fekk góð ummæli kortini, fyri hina bókina, tá ið hon kom, handan Ó-bókin…
- Ó-bók, ja, tað sigur tú satt…Ó-bók, tað er rætta orðið og sjálvandi varð hon róst…og mest av honum sjálvum, minnist eg rætt…
-Nú, onkur ummælari helt nú við honum, hóast alt…
- Föroyskir ummælarar, jesus salti tínar syndir, maður, hvat eru föroyskir ummælarar, ha, okkurt andligt krymphol í Hoydölum og herðaklappandi snobb-krop og ….
- Jú, men útlendskir ummælarar hava nú eisini havt góð orð um…
- Útlendskir?
- Ja, eitt nú norskir ummælarar… í Oslo-blaðnum Verdens Gang fekk Ó-bókin…
- Lort upp á langskaft fekk hon…
-…og í Íslandi, seinasta heyst…
- Íslendingar altíð koma meylandi við íslendingum, hasi sjálvhalgu lúsavættini, teir fáa ikki nösina úr í reyvini á hvörjum öðrum fyri berari nationalismu…
- Nú, nú…tú tekur so rívan…
- Eg sigi tað eg hugsi og mong við mær, tú…
- Men hendan nýggja bókin, ja, tað havi eg ið hvussu er hoyrt, hon skal vera betri enn hin.. 
- Og tí trýrt tú, títt salt-hövd…
- Mær dámar so í öllum förum tittilin…
-Tittilin?
- Ja, „Eg síggi teg betur í myrkri.“
- Hatta hevur beistið stolið.
- Stolið?
- Ja, tað ljóðar.
- Hvat hevur tú hoyrt.
- Tað kann gera tað sama, hvörjum eg havi tað frá.
- Eg spurdi ikki, hvörjum tú hevur tað frá, eg spurdi, hvat hevur tú hoyrt…
- Tað er ein álítandi kelda, skalt tú vita.
- Men hvat spyrji eg, hvat hevur tú hoyrt?
- At hann hevur stolið tittilin, margarinhatturin?
- Men frá hvörjum, meðni?
- Magna Arge.
- Magna Arge?!
- Ja, Magni skal síðani í vetur hava skrivað sínar enduminningar um árini í Atlantsflogi…
- Nú…og?
- Bókin skuldi eita „Eg síggi teg betur í mjörka.“
- Álvara.
- Magni er í luftini.
- Tað kann eg ætla.
- Hann fer at melda fyrsta dagin.
- Nei…
- Á, jú…so tað verður helst einki av hasum snobb-útgávugildinum hjá tær, nær og hvar tað nú skuldi verða.
- Í Steinprenti fríggjadagin 29. august klokkan 17.00.
- Nettupp…