Nýggj bók eftir Viljálm við Hoygil

Carl Jóhan Jensen. Foto: Randi Ward

Carl Jóhan Jensen. Foto: Randi Ward

Tað skilst, at nýggj bók er á veg eftir ein debutant, Viljálm við Hoygil. Hví myndin er av Carl Jóhan Jensen? Tað veit eg ikki, men myndin er góð. Bókin kemur í august og vit gleða okkum øgiligt. Her er ein presentatión frá høvundanum sjálvum:

Ja, hvör eri eg.

Tað sigst at ymsar gitingar eru um tað. Men skjótt sagt eri eg bókmentafröðingur, 59 ára gamal. Ógiftur og ættaður av Strondum. Altso strandingur. Tað dámar ikki öllum, serliga ikki strandingum, veit eg. Men hvat um tað, mær dámar ikki strandingar. Ja, viðhvört ivist eg í, um eg leggi í föroyingar yvirhövur. Kortini eri eg bæði strandingur og föroyingur. Tað er ónoktiligt og tað er forbanniligt. Men hvat kann eg gera við tað?

Eg búgvi í lötuni í Onglandi, í Grasmere í Cumbria. Her havi eg verið í hálvtriðja ár og fáist við at skriva eina phd-ritgerð fyri Universitetið í New Castle up on Tyne og evnið er bygdalýsingar í skaldsöguverkinum hjá Jens Paula Heinesen.

Men hóast eg, sum sagt eri bókmentafröðingur, havi eg lítið sum einki blandað meg upp í ta mentunarligu debattina í Föroyum. Hana lati eg aðrar fröðingar um, kvinnur sum menn. Tískil kenna tey flestu meg ikki sum skrivandi mann og bókmentafröðing – nakrir miðnámsskúlanæmingar undantiknir. Eg undirvísti í fleiri ár í enskum, tók í síni tíð master-prógv í enskum bókmentum í New Castle.

Einar ella tvær ferðir havi eg roynt at senda föroyskum blöðum greinar um bókmentalig evni, men tær vórðu ongantíð prentaðar. Gud má vita hví. Hartil kemur, at eg satt at siga ikki leggi nógv í at ganga í býin sum tað eitur í tí og úrtíð og slettis ikki á náttartíð. Eg hvörki royki ella drekki. Havi kortini verið á Hvonn eina ferð, hugsi tað var á várið 2012, og tvær ferðir á Irish Pub, tað eru minst fimm ár síðani. Kom til, at hatta vóru ikki stöð fyri meg.

Eg síggi nú, at Kinna Poulsen heldur seg kenna meg frá Oyrasundskollegium. Men tað fær ikki passa. Har búði eg ongantíð. Tey tvey árini, eg dvaldi í Keypmannahavn eftir loknan guðfröðilestur á Fróðskaparsetrinum, búði eg á einum verilsi í Frantzensgade, minnist meg rætt, úti á Fredriksberg. Eg las trúarsögu tá á Universitetinum. Tað var seinast í hálvfjerðsárunum.
Men eg treivst ikki millum danskarar og fór tí til Onglands í 1980, til New Castle up on Tyne sum longu nevnt. 
Í New Castle up on Tyne var eg fram í hálvfemsini og kom sjáldan heim á klettarnar, bara tvær ferðir í næstan sekstan ár.

Eg havi skrivað nakrar bökur um ymisk evni, mest bókmentalig, eitt nú um skaldskapin hjá Valdimar Poulsen, H. M. Ejdesgaard, Richard B. Thomsen, Ólav í Beiti o.fl.

Seinasta bókin eftir meg kom út í 1993 og hon var um Valdimar Poulsen. Hon seldist ikki væl, í knappliga hálvfjerðs eintökum.

Eg havi ongantíð fingið starvslön. Havi ongantíð verið í sjónvarpinum. Ongantíð verið tilnevndur til nakra virðislön, tíansheldur fingið viðurkenning av öðrum slagi, eitt nú mentunarvirðislön M.A. Jacobsens ella heiðursgávu landsins. Heldur ikki hava verk míni nakrantíð verið ummæld hvörki á prenti ella í loftmiðlunum. 
Men eg klagi tó ikki. Tað kemur mær ikki til hugs.

Um hesa bókina, ið henda síðan er stovnað til at lýsa, Bókin um 
tað góða, skal stutt sigast:

Í fyrsta lagi er verkið ikki eftir meg, men eftir ein ókendan prentara. Prentarin var úr Havn, av Reyni, og eg veit eyðvitað, hvussu hann kallaðist, men havi av ymsum ávum valt ikki at almannakunngera navnið á honum.

Í öðrum lagi er mín leiklutur í hesi útgávu einans sum ritstjóri og formælishövundur.

Í sambandi við stovningina av hesi síðu kom ein kinkur í. Hetta komst av, at eg hevði fingið fólk at gera hetta arbeiðið fyri meg, dugi so illa sjálvur at fáast við teldutökni, ikki síðst facebook-tökni. Men sum ofta vil verða: har tú ikki ert sjálvur, ert tú bara hálvur. Tá ið síðan birtist seinnapartin sunnudagin var eftirnavnið hjá mær komið skeivt fyri. Eg eiti ikki Hoygarð til eftirnavn, eg eiti við Hoygil. Somuleiðis var fornavnið heldur ikki rætt stavað. Og tískil mátti alt gerast av nýggjum.

Haldið mær til góðar.

Hvat Carl Jóhan Jensen, rithövundi, viðvíkur, skal eg taka fram, at hann sum so einki hevur við Bókina um tað góða at gera. Carl Jóhan jensen hevur hinvegin verið so beinasamur at rættlesa tekstin fyri meg. Annars ábyrgist hann á ongan hátt útgávuna.

Viðhongda myndin er av húsum mínum í Grasmere og verður væl hugt sæst eg sjálvur á henni.

Sterkar og daprar hyasintir við fagurskrift

 

Í søta deyminum av fimm ljósareyðum, næstan følnaðum hyasintum, sum eg keypti fyri jól, havi eg lisið nýggjasta savnið hjá Sissal Kampmann, ið hevur heitið “Hyasinttíð”, sum Mentunargrunnur Studentafelagsins. Tað er hennara fjórða yrkingarsavn - hon fekk Klaus Rifbjergs debutantpris for lyrik fyri sítt fyrsta, “Ravnar á ljóðleysum flogi – Yrkingar úr uppgongdini”, sum kom í 2011 og síðani hevur hon latið úr hondum “Endurtøkur” og “4D”. Nýggja savnið er hondskrivað og yrkjarin hevur sjálv myndprýtt savnið, eg má siga sum er, at hetta ørkymlar meg almikið. Ikki tað; eg skilji ógvuliga væl inspiratiónina frá 101 Danske digtere, sum var heitið á einari framúr framsýning og bókaútgávu við hondskrivaðum tekstum. Eisini innan føroyskar bókmentir hava vit dømi um áhugaverd hondskrivað yrkingarsøvn, t.d. “Villvísi”, upprunagrafiska yrkingarsavnið hjá Tóroddi Poulsen við myndatilfari hjá Bjarne Werner Sørensen, ið varð givið út í 2001 og “Vindurin blæsur ígjøgnum markið ímillum tey livandi og tey deyðu” við yrkingum og fløgum hjá Øssuri Johannesen frá 2012. Í hesum útgávum leggur hondskriftin eina visuella dimensión aftrat yrkingunum. Øssur Johannesen skrivar sínar eyðkendu blokkbókstavir við sprittusj, ið hevur eitthvørt autentiskt og undergroundkent yvir sær. Hjá Tóroddi Poulsen verður tað gjørt listarliga tilvitað við ójøvnum bókstavum í ymsum støddum og reglum, flaksandi á skrá í inniligum samljóði við myndaelementini í bókini. “Hyasinttíð” er øðrvísi við tað, at hondskriftin hjá Sissal Kampmann er ómetaliga jøvn og pen, næstan sum skrivað eftir lineal - hon er i grundini so mikið jøvn, at tann natúrligi, hondskrivaði ójavnleikin bara ørkymlar og eg hugsi, at bókin tað sama kundi verið maskinskrivað, tí fagurskriftin er eitt sindur torfør at lesa og mótsett t.d. “Villvísi” finst eingin hjáløgd maskinskrivað versión at leita sær hjálp frá og tað er spell, tí Sissal Kampmann er altíð áhugaverd at lesa og millum tær 42 nýggju yrkingarnar eru nakrar framúrskarandi (t.d. á síðu 8, 12, 13, 19, 25 og 26) og als ikki slættliga patetiskar, sum hondin á permuni kundi fingið ein at hildið.

 

Afturlítandi melankoli

 

Vit kenna universið aftur frá hinum bókunum hjá sama yrkjara. Hetta er eitt kenslu- og vitborið univers við einum einsamallum, melankolskum egpersóni, sum skrásetir gerandisdagin, núið, men sum fyri tað mesta syrgir um tað farna og ræðist tað komandi. Savnið er ein gjøgnumkomponerað heild við byrjan og enda og við yrkingum, sum t.d. kunnu viðmerkja aðrar yrkingar. Landslagið er føroyskt, og summar yrkingar minna um koloristiskar málningar, t.d. “..hetta er ein vakur dagur./ Himmalin er lilla, bláur, gulur &/ reyður./ Har er eisini ein ælabogi/ fyri endan á bygninginum/ fyri endan á vegnum.// Til vinstru er himmalin svartur. Gula busskeltið/ stendur eins & ein varði/ vit flokkast rundan um...”.  Tað verður fleiri ferðir staðfest, at “Hyasinttíð er ljóstíð”, men hendan sjálvssannføringin tykist alt annað enn sjálvviss. Í veruleikanum er bókin full av myrkri, av ófrættakendum varhuga, av hevndarhuga, av angist fyri avblomstringini, av iva, óvissu, av kensluni at missa seg burtur.

 

Framúrskarandi poesi

 

Hyasintir hava blómað í yrkingunum hjá Sissal Kampmann heilt frá byrjanini, eins og endurtøkur og uppreksan hava verið fastir stílfigurar og eru tað enn. Hennara yrkingar lýsa kvinnulív, onkrastaðni hóma vit ræðuliga øði sum frá eini Penthesileu í hevndarhuga, men bókin fevnir breiðari um menniskjalívið við tilveruligum hugsanum um deyðan, um svik og um tíðina sum tilveruliga grundtreyt. Anatomiski, biologiski kroppurin er við, men tað er  heilin, tilvitskan við sínum upplivingum og minnum, sum stýrir øllum, eisini ymiskum veruligum og óveruligum  rúmum úr gerandisdegnum, úr minnunum og úr dreymum og dulviti. Fyrst og fremst er talan um nakrar suverenar poetiskar orðingar, sum lesarin leitar aftur á, t.d. byrjanarreglan í yrkingini á síðu 8: “Hvítleikin í strálunum/ togar teppið til síðis//”, sum heldur fram: “Har er ikki gjørligt at skyna ímillum/ hvat er hvat./ Hvat var hvat.// Dag eftir dag/ hvørva lutir úr eygsjón.”....”.  Yrkingin snýr seg kanska um deyðan ella um at sannkenna okkurt, sum illa letur seg fata. Hvítleiki er eitt gott orð, sum eisini er brúkt poetiskt áður, men sett saman við strálum gerst tað áhugavert í assosiatiónunum til reinleika og deyða, sjúkrahús, stráluviðgerð og lívgevandi sólstrálur, og hesin hvítleikin hevur eftir øllum at døma serlig, avdúkandi evni, tí hann togar teppið til síðis júst sum í templinum á sinni. Mær dámar so væl mótsetningin millum ta stórslignu, hugsaðu byrjanina og tann meira eyðmjúka, sansaliga endan, ið staðfestir, at “hetta ísakalt ósjónliga/ sjónligt/ í sínum klára, avskeplaða/ vakurleika/ er eitt heimabundið klútateppi í/ alskyns litum/ skógarbotnur á heysti/ brakar í sínum/ feigdarsongi.”

 

Undirgangur og endurreisn

 

Í skrivandi stund er liðið út á fyrrapartin, men enn er bølamyrkt uttanfyri. Hyasinttíð er myrkatíð um okkara leiðir, men hendan blóman hevur serligan bókmentaligan status og nógvir yrkjarar og høvundar hava brúkt hana, eitt nú spælir William Heinesen sær við orðið í bókini “Tornið við heimsins enda”. Heitið á blómuni kemur frá einari grikskari mytu um unga mannin úr Sparta, Hyakinthos, sum av óvart varð dripin av einum diskoskasti. Á staðnum har sum hann doyði, vaks upp úr blóðdálkaðu moldini hin fyrsta skarlaksreyða hyasintblóman. Sostatt nertir hyasintmytan á symbolskan hátt bæði við undirgang og endurreisn eins og nýggja savnið “Hyasinttíð” hjá Sissal Kampmann ger.

 

Tí veit eg ikki, hvat eg skal siga, tá eg gangi í myrkri.

Uttan klæði.

Uttan skuggar. Bálið brennur. Svarti hundurin rennur.

Hoyri hann nærkast.

 

Hyasinttíð!

Hyasinttíð, ljóstíð.

 

Henda lygnin er søt.

 

Var hon endaleys.

Var hon uttan byrjan.

Var hon tikin fyri fult.

Varð alt ørðvísi.

Mentanarpower í Kringvarpinum

Tað ljóðar sum lista- og mentanaráhugað hava nógv gott í væntu av vetrarskránni hjá Kringvarpinum, og bókmentirnar koma nú aftur við í fremstu røð. Longu nú eru ummæli bíløgd av ymiskum bókum. Sum skilst hvørva In Mente og Mentanarkaféin, sum vit kendu tær farnu vetrarskrá,  og í staðin verður fasta mentanarsendingin í útvarpinum Mentanarkaféin, sum verður send hvønn hósdag kl. 17.05  aðruhvørja viku í útvarpinum og aðruhvørja viku beinleiðis úr Norðurlandahúsinum við áskoðarum. Í sendingini verða samrøður/vangamyndir, frásagnir, ummæli, og í Norðurlandahúsinum eisini musikkafé. Í fyrstu sendingini, ið verður send úr útvarpinum í morgin, verður samrøða við Dagmar Winther og Solveig Olsen um framsýningina í Listaskálanum, og sum eisini tosa um føroyska list í dag. Eisini verður innslag frá harmonikutreffi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og nú 450 ár eru liðin, síðani William Shakespeare varð borin í heim, fara Bergur Djurhuus Hansen og Eyðun Johannesen at hugleiða um bretska tjóðarskaldið. Harumframt  verður eisini ein mentanarsending í sjónvarpinum triðju hvørja viku, sum Ivan Niclasen stendur fyri. Hetta er eitt stórt framstig á leiðini fram móti teirri sjálvsøgdu vikumentanarsendingini hjá sjónvarpinum.

Upplestur og tónar á Norðurbryggjuni

Hóskvøldið 4. september kl. 20 verður upplestur á Norðurbryggjuni: 

Denne aften er caféen på Nordatlantens Brygge ramme om oplæsning og livemusik fra Færøerne og Danmark/Irland. Spændvidden rækker fra erotisk krimi til digt til melankolsk, sfærisk musik.


Hør Jonas Rolsted, DK, Stephanie Gaarde Caruana, DK, Tóroddur Poulsen, FO og Sissal Kampmann, FO. Alle læser op fra egne nyere og ældre tekster. Aftenens musikalske indslag står duetten, Salem for, som er bekvindet af Selma Higgins og Lea Kristinsdóttir.

Billetter kan reserveres ved at sende mail til bryggen@bryggen.dk

 

Hugsa tær 29.august...


 

Harrarnir Vitandi og Alvitandi hittast á Kongabrúnni:

- Hugsa tær 29. august.
- 29. august?
- Ja.
- Nú, er tað ikki ein fríggjadagur?
- Nettupp.
- Men álvaratos, hvat um tað um 29. august ber upp á ein fríggjadag.
- Git.
- Dómadagur.
- Um hann rúmaðist í Skálatröð.
- Skálatröð?
- Í Steinprenti.
- Tí snobba-sentralinum.
- Tað er nú munur á snobbum.
- Munur á snobbum?
- Ja, hvörjum vert er at snobba fyri.
- So…og hvat er so „vert“ at snobba fyri?
- Git.
- Assj, tú ert eitt moldhövd ert tú.
- Men git nú.
- Tú manst meina við okkurt floyalsbuksu-vætti úr Kirkjubø, kenni eg teg rætt, ella okkurt skin-mentað og yvir-ummælt list-kleiggi-kvendi, sum málar sum tað gleivar…
- Neeeeiiiii….
- Okkurt djass-hopp-hövd…
-Neeeiii….
- Onkran penn-heilagan, onkran andliga mánasjúkan tvætli-gukk, onkran, sum hevur sett ta almennu boppuna í hálsin ….
- Nú, nú…
- Ja, visti eg tað ikki, tað er Tórodd tú meinar við, Tórodd Poulsen….
- Aaahhh….
- So er tað so vist Jóannes Nielsen….
- Ikki heilt…
- Men hvönn so, meðni…
- Tú veitst…hann…
- Nei…hvönn…
- Hann…
- Hann? ....Nei!
- Á, jú…
- Handan for-hattaða og margarin-forhálaða, sjálvreypandi lortendan…
- Nettupp…
- Á títt dupult-kvartettaða dylhövd…tú fert ikki…
- Á jú, tað geri…í Steinprent fríggjadagin tann 29. August klokkan fimm.

 

----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 

Harrarnir Vitandi og Alvitandi hittast í nýggju farstöðini á flogvöllinum:

-Tú hattamaðurin…
- Ja, hvat um tað spottið?
- Tú minnist eg segði við teg, at hann gevur bók út, eina nýggja skaldsögu…
- Jú, jú…og tað hevði álvaratos gjørt mær so fanans sama, um tað ikki plágaði meg so illa, hvat skattgjaldarin má bløða fyri at sovorðnar, eg meini, fyri sovorðnan forsaltaðan súrmjólkagreyt… álvaratos, er tað lögið fólk rýmir av landinum og ikki vil finna seg í….
- Men hann fekk góð ummæli kortini, fyri hina bókina, tá ið hon kom, handan Ó-bókin…
- Ó-bók, ja, tað sigur tú satt…Ó-bók er rætta orðið og sjálvandi varð hon róst…og mest av honum sjálvum, minnist meg rætt…
-Nú, onkur ummælari helt nú við honum, hóast alt…
- Føroyskir ummælarar, jesus salti tínar syndir, maður, hvat eru føroyskir ummælarar, ha, okkurt andligt krymphol í Hoydölum og herðaklappandi snobb-krop og ….
- Jú, men útlendskir ummælarar hava nú eisini havt góð orð um…
- Útlendskir?
- Ja, eitt nú norskir ummælarar… í Oslo-blaðnum Verdens Gang fekk Ó-bókin…
- Lort upp á langskaft fekk hon…
-…og í Íslandi, seinasta heyst…
- Íslendingar altíð koma meylandi við íslendingum, hasi sjálvhalgu lúsavættini, teir fáa ikki nösina úr í reyvini á hvørjum öðrum fyri berari nationalismu…
- Nú, nú…tú tekur so rívan…
- Eg sigi tað eg hugsi og mong við mær, tú…
- Men hendan nýggja bókin, ja, tað havi eg ið hvussu er hoyrt, hon skal vera betri enn hin..
- Og tí trýrt tú, títt salt-hövd…
- Mær dámar so í öllum førum tittilin…
-Tittilin?
- Ja, „Eg síggi teg betur í myrkri.“
- Hatta hevur beistið stolið.
- Stolið?
- Ja, tað ljóðar.
- Hvat hevur tú hoyrt.
- Tað kann gera tað sama, hvørjum eg havi tað frá.
- Eg spurdi ikki, hvørjum tú hevur tað frá, eg spurdi, hvat hevur tú hoyrt…
- Tað er ein álítandi kelda, skalt tú vita.
- Men hvat spyrji eg, hvat hevur tú hoyrt?
- At hann hevur stolið tittilin, margarinhatturin?
- Men frá hvørjum, meðni?
- Magna Arge.
- Magna Arge?!
- Ja, Magni skal síðani í vetur hava skrivað sínar enduminningar um árini í Atlantsflogi…
- Nú…og?
- Bókin skuldi eita „Eg síggi teg betur í mjörka.“
- Álvara.
- Magni er í luftini.
- Tað kann eg ætla.
- Hann fer at melda fyrsta dagin.
- Nei…
- Á, jú…so tað verður helst einki av hasum snobb-útgávugildinum hjá tær, nær og hvar tað nú skuldi verða.
- Í Steinprenti fríggjadagin 29. august klokkan 17.00.
- Nettupp…

 

Eg síggi teg betur - í myrkri -

Meðan vit gleða okkum til útgávureseptiónina fyri nýggju bókini hjá Carl Jóhan Jensen, kunnu vit njóta hansara týðing av yrkingini hjá Emily Dickinson, sum bókaheitið stavar frá. Permumyndina her omanfyri gjørdi Sámal Blak.

Eg síggi teg betur – í myrkri –

Eg krevji ikki ljós –

Tokkin til tín – veri ein strenda –

Skærari enn fjóla –

 

Eg síggi teg betur gjögnum árini

Sum krýkjast ímillum –

Við námsgongulampu – dugi hon til –

at ógilda námið –

 

Og í grövini –  síggi eg teg best –

vangarnir á henni teir

glógvi – allir reyðir – av ljósinum

eg beri tær, högt –

 

Hvat skal dagur til –

Hjá teimum sum myrkrið – er so – bjartari enn sólin –

At tað – íðuliga – er teimum

Sum hálvga nón?

 

Emily Dickinson

 

Nýggja bókin hjá Carl Jóhan Jensen kemur 29.august


photo_carl.jpg

Nú nærkast útgávudagurin hjá nýggju bókini hjá Carl Jóhan Jensen, Eg síggi teg betur í myrkri/ Forspæl til ein gleðileik. Høvundurin hevur upprættað eina Facebooksíðu, har hann boðar frá nýggju bókini og tað er í fleiri førum ikki óstuttligt:

Harrarnir Vitandi og Alvitandi hittast í nýggju farstöðini á flogvöllinum:

-Tú hattamaðurin…

- Ja, hvat um tað spottið?
- Tú minnist eg segði við teg, at hann gevur bók út, eina nýggja skaldsögu…
- Jú, jú…og tað hevði álvaratos gjört mær so fanans sama, um tað ikki plágaði meg so illa, hvat skattgjaldarin má blöða fyri at sovorðnar, eg meini, fyri sovorðnan forsaltaðan súrmjólkagreyt… álvaratos, er tað lögið fólk rýmir av landinum og ikki vil finna seg í….
- Men hann fekk góð ummæli kortini, fyri hina bókina, tá ið hon kom, handan Ó-bókin…
- Ó-bók, ja, tað sigur tú satt…Ó-bók, tað er rætta orðið og sjálvandi varð hon róst…og mest av honum sjálvum, minnist eg rætt…
-Nú, onkur ummælari helt nú við honum, hóast alt…
- Föroyskir ummælarar, jesus salti tínar syndir, maður, hvat eru föroyskir ummælarar, ha, okkurt andligt krymphol í Hoydölum og herðaklappandi snobb-krop og ….
- Jú, men útlendskir ummælarar hava nú eisini havt góð orð um…
- Útlendskir?
- Ja, eitt nú norskir ummælarar… í Oslo-blaðnum Verdens Gang fekk Ó-bókin…
- Lort upp á langskaft fekk hon…
-…og í Íslandi, seinasta heyst…
- Íslendingar altíð koma meylandi við íslendingum, hasi sjálvhalgu lúsavættini, teir fáa ikki nösina úr í reyvini á hvörjum öðrum fyri berari nationalismu…
- Nú, nú…tú tekur so rívan…
- Eg sigi tað eg hugsi og mong við mær, tú…
- Men hendan nýggja bókin, ja, tað havi eg ið hvussu er hoyrt, hon skal vera betri enn hin.. 
- Og tí trýrt tú, títt salt-hövd…
- Mær dámar so í öllum förum tittilin…
-Tittilin?
- Ja, „Eg síggi teg betur í myrkri.“
- Hatta hevur beistið stolið.
- Stolið?
- Ja, tað ljóðar.
- Hvat hevur tú hoyrt.
- Tað kann gera tað sama, hvörjum eg havi tað frá.
- Eg spurdi ikki, hvörjum tú hevur tað frá, eg spurdi, hvat hevur tú hoyrt…
- Tað er ein álítandi kelda, skalt tú vita.
- Men hvat spyrji eg, hvat hevur tú hoyrt?
- At hann hevur stolið tittilin, margarinhatturin?
- Men frá hvörjum, meðni?
- Magna Arge.
- Magna Arge?!
- Ja, Magni skal síðani í vetur hava skrivað sínar enduminningar um árini í Atlantsflogi…
- Nú…og?
- Bókin skuldi eita „Eg síggi teg betur í mjörka.“
- Álvara.
- Magni er í luftini.
- Tað kann eg ætla.
- Hann fer at melda fyrsta dagin.
- Nei…
- Á, jú…so tað verður helst einki av hasum snobb-útgávugildinum hjá tær, nær og hvar tað nú skuldi verða.
- Í Steinprenti fríggjadagin 29. august klokkan 17.00.
- Nettupp…