Svartur sannleiki

Kringvarp Føroya hevur hendan filmin á skránni í sambandi við sonevndan savnssunnudag, tey skriva: Hetta er ein filmur um listamannin og stríð hansara fyri sannari og erligari list. Um ein mann við konstrastum. Mildur móti øðrum, harður móti sær sjálvum. Føroyingur og heimsborgari. Djarvur og ivandi. Altíð á veg fram, leitandi eftir nýggjum møguleikum og nýggjum leiðum.

Við Ingálvi sum frásøgumanni ferðast vit umkring í myndaheimi listamansins. Ein málningur verður til. Hann teknar í Saksun, meðan árstíðir skifta, og hann fer til París at leita sær íblástur, so at hann kann halda áfram at mála.

Hetta er ikki ævisøgan um Ingálv av Reyni. Filmurin er heldur ein persónslýsing, har roynt verður at lýsa nakrar sermerktar síður av listamanninum.

Lagt til rættis: Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen

Fotografur: Hans Petur Hansen

Ljóðupptøkur: Herluf Sørensen

Sett saman: Per Zachariassen

Framleiðsla: Primus Film 1999